Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Arbeiðið at gera nýggja koplingsstøð í Vestmanna er um at vera liðugt, og teir eru so smátt farnir at rigga av.

Nýggi bygningurin er liðugur, nýggja útgerðin er komin inn, og verður sett til nú. Arbeiðið skuldi vera liðugt um ársskiftið, og tað verður tað eisini, væntar Jón Nielsen, sum er deildarstjóri hjá SEV.

Gamla støðin, sum er frá 1962, hevur tænt væl men hevur eisini eitt sindur "uppá samvitskuna", tí fleiri av streymslitunum seinastu tíðina kunnu førast aftur til hana.

- Tvey av trimum teimum seinastu streymslitunum, sum raktu tað mesta av landinum, vóru orsakað av breki har. Vit hava roynt at lappa uppá støðina, men tað er ikki lætt, tá hon er so gomul, sigur Jón Nielsen. Í 2012 var eldur, sum kom av skammlopi, í støðini..

Tað er Kanjon sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Einir 10 mans hava arbeitt við at byggja nýggja bygningin, teir flestu útlendingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo