Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava seinnapartin boðað Føroya Pedagogfelag frá, at arbeiðsgevararnir lýsa verkbann fyri teir limir hjá Pedagogfelagnum, sum felagið sendir í verkfall mánadagin.

Pedagogfelagið boðaði í gjár Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum frá, at felagið enn einaferð setir í verk 24 tíma arbeiðssteðg. Hesin arbeiðssteðgurin er frá mánadegnum 7. juni kl. 7.00 til týsdagin 8. juni kl. 7.00 og er galdandi fyri allar limir í Pedagogfelagnum, ið starvast innan fólkaskúlan, forskúlar og frískúlar.

Setanin heldur uppat
Hetta er triðju ferð, at Pedagogfelagið setir í verk 24 tíma arbeiðssteðg. Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið boðaðu 3. juni felagnum frá, at setanarviðurskiftini halda uppat, tá ið arbeiðssteðgur er.

Starvsfólk í arbeiðssteðgi eru harvið ikki í starvi undir arbeiðssteðginum. Tí ber ikki til hjá felagnum at lýsa arbeiðssteðg fyri nøkur starvsfólk og so einsamalt gera av, at hesi byrja aftur í starvi ein ávísan dag. Setanarviðurskiftini hjá hesum fólkum eru hildin uppat, til semja um nýggjan sáttmála er gjørd - ella onnur avtala er gjørd um, at tey skulu byrja aftur í starvi. 

Halda reglurnar
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið mettu, at talan mátti vera um mistak tær fyrstu ferðirnar, Pedagogfelagið lýsti 24 tíma arbeiðssteðg, og gjørdi tí ikki meira við málið.

Nú Pedagogfelagið fyri triðju ferð lýsir 24 tíma verkfall, hava Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið avgjørt at lýsa verkbann fyri allar limir hjá Pedagogfelagnum, ið starvast innan fólkaskúlan, forskúlar og skúlanum á Trøðni, og sum Pedagogfelagið hevur koyrt í verkfall. Hetta fyri at halda seg til tær galdandi reglurnar á arbeiðsmarknaðinum.

Verkbannið er galdandi frá týsdegnum tann 7. juni 2021 kl. 7.00.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo