Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í september var arbeiðsloysið 0,9%, ið svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.  

Arbeiðsloysið var 0,9% í september, ið svarar til knappliga 265 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 327 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,4% sama mánað í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið.

Í september var arbeiðsloysið 0,9% bæði hjá monnum og hjá kvinnum. Sama mánað í fjør var tað 1,2% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo