Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í september var arbeiðsloysið 1,4%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar.

Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8%.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.

Arbeiðsloysið var 1,4% í september. Tað svarar til 403 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9% í september í fjør.

Í september var arbeiðsloysið 1,2% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 0,7% hjá monnum og 1,1% hjá kvinnum.

Í Suðuroy er arbeiðsloysið minkað munandi síðani mai, tá arbeiðsloysið var 6,4%. Í september var arbeiðloysið í Suðuroy í 2,1%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo