Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska arbeiðsloysið er nú 9,8%. Tað byggir á, at 2.422 umsóknir um lønarískoyti eru játtaðar umframt at 321 onnur samstundis fáa arbeiðsloysisstuðul. Sagt verður vanliga, at føroyska arbeiðsmegin er um 28.000 fólk.

 

Við arbeiðsloysi uppá 10% heldur eginognin hjá ALS í 4 ár og 5 mánaðir.

 

Men væl fleiri umsóknir kunnu væntast. Stýrisformaðurin í ALS, Eyðfinnur Jacobsen, segði við Dag og Viku í gjár, at ímillum 1.300 og 1.400 umsóknir eru komnar inn, men bíða eftir viðgerð.

 

Sigast skal, at ikki øll tey sum nú fáa hjálp úr ALS vegna korona kreppuna eru fulltíðararbeiðsleys.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo