Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fyri aðru ferð innan eina viku er semja gjørd í truplum samráðingum á arbeiðsmarknaðinum.

Í dag skrivaðu arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløgini undir nýggjan tvey ára sáttmála.

Hóast partarnir stóðu langt frá hvørjum øðrum eydnaðist tað semingsstovninum at fáa partarnar at semjast.

Ein arbeiðssteðgur kann gerast dýrur fyri samfelagið so tað hvílir altíð ein tung ábyrgd á semingsstovninum.

Her eru teir tríggir semingsmenninir Páll Isholm, Símun Absalonsen og Terje Sigurðsson avmyndaðir á Hotel Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo