Ein 61 ára gamal maður doyði seinnapartin í dag, tá ið ein trukkur koppaði á hann í Kollafirði, segði Útvarpið klokkan 18 í kvøld.
Maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið, har tað var staðfest, at hann var deyður av løstinum.
- Løgreglan tryggjar nú økið, soleiðis at Arbeiðseftirlitið kann gera kanningar av vanlukkuni, sigur Bjarni Nattestad, vaktleiðari hjá politinum, við Útvarpið.
Tey avvarðandi eru kunnað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo