Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, setir Arkitekturdagarnar fríggjadagin kl. 16 í Reinsarínum í Tórsgøtu.
Leygdagin kl. 15 verður temafundur um arkitekturpolitikk og sunnudagin kl. 15 verður temafundur um landsplanlegging.
Eisini verður skipað fyri rundvísing leygardagin og sunnudagin kl. 17 í kommunuskúlanum, har greitt verður frá kollegiubyggingini her hjá Bústaðir.
Samstundis vera eisini framsýningar í Reinsarínum í Tórsgøtu og í Tilhaldinum í gamla tekniska skúla í Steinatúni.
Á temafundinum um arkitekturpolitikk verða fyrilestar hjá Henrik Stjerneholm, fyrrverandi býararkitekt í Vejle, Ole Jensen, arkitektur á Landsverk, og Biritu Wardum, býararkitektur í Havn. Tosað verður um arkitekturpolitikk yvirhøvur, arkitekturpolitikk fyri landið, og um kommunalan arkitekturpolitikk.
Á temafundinum um landsplanlegging verða fyrilestrar hjá Jesper Pagh, stjóra í danska arkitektafelagnum, Ólavur Jóanesarson Hansen, løgfrøðingur í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Tróndur Leivsson, stjóra á Búnaðarstovuni, Kári Mortensen, deildarleiðari innan orku á Umhvørvisstovuni, Suni Petersen, deildarleiðari innan Vernd á Umhvørvisstovuni og Gunvør Balle, VisitFaroeIslands. Tosað verður um donsku planlógina, býarskipanarlógina, heildarætlan fyri landbúnaðin, heildarætlan fyri orkuútbygging, náttúru og náttúruvernd og ferðavinnu.
Í Reinsarínum verða sýndar fram kappingarnar um Nordic Built Cities í Runavík, Mentanarhúsið í Klaksvík og skúlan á Fløtum. Her verður eisini sýnt fram úrslitið av arkitekturverkstovuni fyri fólkaskúlanæmingar, sum hevur verið í vikuni.
Í Tilhaldinum verður sýnt fram úrslitið av kappingini um nýggja kirkju á Argjum.
Øll tiltøkini er almenn og ókeypis.
Nágreinað skrá:
Fríggjadagin 30. september:
Setan kl. 16.00 í Reinsarínum í Tórsgøtu
Sirið Stenberg landsstýriskvinna í Heilsu og Innlendismálum, heldur setanarrøðu.
Framsýningar eru opnar til kl. 18.00.
Leygardagin 1. oktober:
Kl. 10.00 Framsýningarnar lata upp.
Kl. 15.00-17.00 Temafundur um arkitekturarpolitik.
Røðarar á temafundinum:
Arkitekturpolitikkur: Henrik Stjerneholm, fyrrv. stadsarkitekt í Vejle.
Arkitekturpolitikkur fyri landið: Ole Jensen, arkitektur á Landsverk.
Arkitekturpolitikkur fyri høvuðsstaðin: Birita Wardum býararkitektur í Tórshavn.
Kl. 17.00 Rundvísing í Kommunuskúlanum: Kollegiubyggingin hjá Bústaðir, Selmar Nielsen arkitektur greiðir frá.
Framsýningar lata aftur kl. 18.30.
Sunnudagin 2. oktober:
Kl. 14.00 Framsýningarnar lata upp.
Kl. 15.00-18.00 Temafundur um Landsplanlegging.
Evni og røðarar á temafundinum:
Dansk Planlov: Jesper Pagh, direktør í Akademisk Arkitektforening í Danmark.
Býarskipanarlógin í dag: Ólavur Jóanesarson Hansen, løgfrøðingur á Heilsu- og Innlendismálaráðnum.
Heildarætlan fyri landbúnaðin: Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.
Heildarætlan fyri orkuútbygging: Kári Mortensen, deildarleiðari á Orka á Umhvørvisstovuni.
Náttúra og náttúruvernd: Suni Petersen, deildarleiðari á Vernd á Umhvørvisstovuni.
Ferðavinnupolitikkur, process: Gunvør Balle, Visit Faroe Islands.
Kl. 17.00 Rundvísing í Kommunuskúlanum: Kollegiubyggingin hjá Bústaðir, Selmar Nielsen arkitektur greiðir frá.
Framsýningar lata aftur kl. 18.30.
Arkitekturardagur endar kl. 18.30.
Framsýningar:
Reinsaríið í Tórsgøtu:
Nordic Buildt Cities í Runavík.
Mentanarhúsið í Klaksvík.
Arkitekturverkstova við skúlanæmingum, framsýning.
Nýggi skúlin á Fløtum.
Tilhaldið í Tórsgøtu í Steinatúni:
Kappingin um nýggja kirkju á Argjum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo