Michael Clausen Toft, oberstløjtnantur, er nýggjur ovasti hjá Arktisk Kommando í Føroyum. Á lítlari samkomu á høvuðsskrivstovuni í Havn hósdagin loysti hann av Dan B. Termansen, sum hevur verið ovasti í eina tíð.
Ímillum uppgávurnar hjá Arktisk Kommando eru eftirlit, bjargingaruppgávur og handhevjanin av donskum fullveldi í Føroyum.
Michael Clausen Toft stendur uttast høgrumegin í fremra raði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo