Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Norðurlandahúsið 27. apríl 2017
SCOTT POLAR RESEARCH INSTITUTE, Cambridge University, Bretland
WOODS HOLE OCEANOGRAPHIC INSTITUTE, Massachusetts, USA,
BOGI HANSEN, Tórshavn

Vit føroyingar kenna nú sviðan av veðurlagsbroytingum íkomnar av globala co2 útlátinum orsakað av fossilum brennievnum. Jólaódnirnar og ringa veðrið hagartil í 2017 hava kostað tryggingarfeløgum slakar 100 mió og er hetta tíðanverri bert byrjanin til ógvusligar broytingar í okkara veðurlagi sum koma at hava risa árvirkan á okkara samfelag bæði fyri einstaklingar og vinnulív. Altjóða metereologar ógvast yvir megina í jólaódnini og vænta at vit koma at fáa fleiri slíkar og kanska við enn størri megi.

Hesar broytingar fyri okkara viðkomandi stava einahelst frá at ísurin í Arktis bræðir við sera stórari ferð og er hitin á Norðurpólinum í løtuni 20 stig hægri enn vanligt. Eisini hitnar sjógvurin við Føroyar – hitin á botni farna November var um 10 stig sum er nógv hægri enn vanligt, vaksandi nøgdirnar av pelagiskum fiski hjá okkum eru kortini eitt – positivt – úrslit av veðurlagsbroytingum.

Fyri at kunna um hesar stóru veðurlagsbroytingar hjá okkum sum nú fara fram verður fyriskipað saman við Norðurlandahúsinum eitt ókeypis alment temakvøld - hóskvøldið 27. april 2017 - har umboð fyri Scott Polar Institute og Woods Hole, sum eru millum heimsins bestu á økinum saman við okkara Boga Hansen fara at røða um hesar broytingar og hvat vit kunnu vænta okkum og sjálvandi eisini teir møgulleikar sum broytingarnar kunnu viðføra.

Hetta tiltak er sera viðkomandi og vænta vit stóra undirtøku – hetta eru partar av Føroya framtið sum fara at verða viðgjørdir av leiðandi serfrøðingum, broytingar sum vit øll verða noydd at taka eina støðu til og gera okkara fyri at bøta um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo