Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Árligu makrelkanningarnar eru nú byrjaðar. Hetta er ein stór altjóða felagskanning, sum miðar móti at lýsa vistskipanina við serligum denti á makrel í Norðurhøvum í juli-mánaði. Talan er um eina yvirlitstroling eftir makreli, umframt ekkókanningar av sild og svartkjafti. Umhvørviskanningar verða eisini gjørdar at máta hita, salt og nøgdina av djóraæti í sjónum.

Høvuðsmálið er at fáa tilvega vísital fyri makrelstovnin, í sambandi við stovnsmetingarnar seinni í summar.

Seks skip luttaka í kanningunum. Íslendska rannsóknarskipið Árni Friðriksson og Tróndur í Gøtu byrjaðu mikudagin 1. Juli. Komandi dagarnar byrja trý skipa afturat, eitt í Norðsjónum og tvey í Norskahavinum. Sætta skipið fer at gera kanningar í grønlendskum øki seinni í mánaðinum.

Til ber at síggja hvar skipini eru stødd, og hvussu langt tey eru komin við kanningunum. Leinkja til kort við kanningargongdini liggur á forsíðuni hjá Havstovuni (Makrelkanningar 2020) og kann síggjast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo