Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

LISA átalar staðiliga, at landsstýrisfólki í uttanríkis- og mentamálum noktar filmsverkætlanini “Skúla Scam” stuðul úr stuðulsskipanini til film.

Átalað verður, at tað er sjálvt landsstýrisfólkið, ið noktar at lata stuðul til hesa ávísu filmsverkætlanina, “Skúla Scam”, tá stýrisbólkurin, ið er sett at meta um innlætnar umsóknir, hevur viðmælt, at stuðla júst hesari verkætlanini.

LISA er fyri og arbeiður fyri, at armslongd verður hildin, tá stuðul verður latin til mentan og list og harvið eisini til film. Í stuðulsskipanini hjá Mentamálaráðnum eru nevndir settar til, at meta um innkomnar umsóknir. Í nevndirnar eru sett fólk, ið hava serligt innlit og vitan um listaøkini, sum hvør nevnd umsitur.

Hetta er gjørt nettupp fyri at fora fyri, at stuðul verður latin, alt eftir smakki og lyst. Hetta er gjørt nettupp fyri at tryggja, at stuðul verður latin á fakligar, neutralar og vitugar grundgevingar.

Hin fría listin er týðandi táttur í okkara fólkaræði/demokratii og vit eiga at virða og verja hana, eins og vit virða og verja einum fjøltáttaðum fólkaræði, ið tekur fyrilit og atlit til øll menniskju.

Starvsnevndin
Marita Dalsgaard, forfólk
Hansina Iversen, næstforfólk
Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo