Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Arngrím Djurhuus er langtsíðan farin um pensjónsaldur, men hevur nú valt so spakuliga at gevast á Brennistøðini. Annika Olsen, borgarstjóri, at hon fyri nøkrum døgum síðan fekk boð frá Brennistøðini, har hon var biðin um at støkka inn á gólvið í dag, tí ein lítil fráfaringarløta skuldi verða.

- Boðini vóru, at "vit hava ein mann her hjá okkum, sum koyrir rottangabil, sum er fyltur 70 ár - og nú ætlar hann at gevast at arbeiða!", segði Annika á fráfaringarløtuni.

- Tað er altíð gleðiligt at fáa slík boð, tí tá starvsfólk ikki umhugsa at fara til hús fyrrenn fleiri ár eftir pensjónsaldur, so er tað eitt tað besta prógvið um, at tey hava trívst á arbeiðsplássinum. Og trúføstum starvsfólkum kunnu vit ongantíð fáa nokk av.

Annika greiddi frá, at Arngrím byrjaði at arbeiða hjá Jógvani Haraldsen miðskeiðis í áttatiárunum og fylgdi við, tá kommunan yvirtók fyritøkuna tíggju ár seinni. Tað merkir, at Arngrím tilsamans hevur tænt kommununi í eini 34 ár.

- Sambært tínum starvsfeløgum, so ert tú ein álitismaður, sum aldri sigur nei til eina uppgávu - heldur ikki, um tað eru borgarar, ið ringja eftir vanliga arbeiðstíð. So er tú fúsur at fara kortini.

- Sagt verður eisini, at tú ert avbera vitandi um títt starv og alt tað, sum fylgir við starvinum. Tað hevur havt stóran týdning fyri tænastuna, at tað ikki er ein einasti rottangi ella adressa í býnum, sum tú ikki kennir. Starvsfelagarnir siga mær, at fært tú bara eitt fornavn og eitt veganavn, so veist tú um tangin er undir snórinum, aftanfyri trappuna, í túninum - ella kanska í túninum hjá grannanum!

- Fyri leiðsluna her hevur kortini tað týdningarmesta verið, at leiðslan altíð veit, at uppgávan verður loyst til fulnar, og at onki er at koma eftir, har sum tú hevur loyst eina uppgávu.

- Tað einasta keðiliga við tílíkum fólkum sum tær er, at tey eru so heilt ómetaliga torfør at erstatta. Fólk við tílíkum innliti og slíkum royndum hanga altso ikki á trøunum, og tí er tað ein stórur missur fyri kommununa, at tú nú gevst í tínum arbeiði.

- Eg skilji eisini, at tú heur møtt sjáldsama væl til arbeiðis, at tú ert ein maður av fáum orðum - tó ikki so fáum, at tú ikki sigur tína meining, ofta eisini á ein skemtiligan hátt. Sostatt verður á fleiri hættir saknur í tær. Hinvegin, so hevur tú væl og virðiliga gjørt tína skyldu og tikið títt tørn, so tað skal vera tær væl unt, at tú nú sleppur at taka tær av løttum.

At enda takkaði Annika Olsen kommununar vegna hjartaliga fyri tíðina og handaði Arngrími eina viðurkenning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo