Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú byrjar Miðvikan aftur í Hoyvíkar kirkju, og nú mikukvøldið 30. september kl. 19.30 fer Árni Dahl, rithøvundur og lærari, at greiða frá fyrsta lestrinum á føroyskum. Tað var abbi hansara, Theodor Dahl lærari, sum las í Sandvíkar kirkju jólakvøld 1911. Hann var lærari í Sandvík um hetta mundið.

Lítið er at ivast í, at føroyski lesturin í Sandvíkar kirkju fyri góðum hundrað árum síðani fekk týdning fyri eftirtíðina. Men tá stóðst rumbul av hendingini, tí fólk vóru ymisk á máli um, at Theodor lærari hevði vágað sær til at lesa Guðs orð á føroyskum. Tað fekk eisini eitt eftirspæl, sum Árni Dahl fer at greiða frá í Hoyvíkar kirkju nú mikukvøldið.

Jákup Dahl, seinni próstur, skrivaði lesturin í 1909 og hann stóð í Tingakrossi sama ár.

Aftur í vetur verður Miðvika á skránni í Hoyvíkar kirkju eitt mikukvøld um mánaðin, og ymisk viðkomandi evni verða tikin fram. Aftaná framløguna er drekkamunnur í kirkjukjallaranum. Øll eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin til hesi tiltøk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo