Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr vinstru eru tað Jóan Petur Joensen, peningarøkil, Árni Jacobsen, formaður, og Ingolf S. Olsen, skrivari

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr vinstru eru tað Jóan Petur Joensen, peningarøkil, Árni Jacobsen, formaður, og Ingolf S. Olsen, skrivari

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag hevur nú skipað seg, og tað er veteranurin Árni Jacobsen, fyrrverandi lærari úr Miðvági, sum hevur tikið við formanssessinum. Hann tekur við eftir Irenu Nysted, ið er flutt til Hvannasunds, og tí ikki tók við afturvali. Árni hevur verið virkin í Vága Tjóðveldisfelag í ein mansaldur og hevur fyrr verið formaður.

Jóan Petur Joensen, deildarleiðari í FK í Miðvági og búsitandi í Sandavági, er peningarøkil, og Ingolf S. Olsen, løgtingslimur úr Sørvági, er skrivari.

Vága Tjóðveldisfelag ætlar at seta ferð á virksemið aftur tíðliga í heyst við fleiri ymiskum tiltøkum, sum meira verður at frætta um seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo