Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr vinstru eru tað Sólvá Jacobsen, peningarøkil, Jóan Petur Joensen, varalimur, Árni Jacobsen, formaður, og Ingolf S. Olsen, skrivari

Vága Tjóðveldisfelag hevur havt aðalfund, og nýggja nevndin hevur skipað seg.

Árni Jacobsen úr Miðvági heldur fram sum formaður. Sólvá Jacobsen úr Sandavági er nývald í nevndina og er peningarøkil, og Ingolf S. Olsen úr Sørvági er skrivari. Jóan Petur Joensen úr Sandavági bar seg undan afturvali til nevndina, men tók tó við vali sum varalimur.

Um farna árið greiddi Árni Jacobsen millum annað frá, at nevndin hevði verið rættiliga virkin við nógvum fundum, eins og hon hevði skipað fyri fleiri almennum fundum, har uttanhýsis gestir høvdu verið við.

Uttanhýsis gestirnir høvdu í fyrsta lagi verið umboð fyri ting- og landsstýrismanning floksins.

Eftir aðalfundin hesaferð var opin fundur, har Magni Arge, fólkatingsmaður, greiddi frá fólkatingsarbeiðnum og fólkatingsvalinum, sum verður í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo