Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Arsenal vann í dag 1-0 á útivølli ímóti Burnley og tók seg við sigrinum frá 6. plássinum uppá eitt 4. pláss.

Arsenal hevur nú 25 stig, meðan Tottenham á 5. plássinum hevur 24 stig.

Málið hjá Arsenal kom í evstu løtu - í 92. minutti -, og var tað Alexis Sanchez, sum fekk tað við einum brotssparki.

Burnley hevur staðið seg ómetaliga væl higartil í ár, og hóast liðið tapti í dag, liggur tað enn á einum 7. plássi í deildini við 22 stigum og merkverdigu málúrtøkuni 12-10 eftir 13 umfør.

Arsene Wenger, venjarin hjá Arsenal, hevur verið undir einum ógvusligum trýsti frá nógvum Arsenal-fjepparum, sum ynskja, at hann skal leggja frá sær, eftir at felagið ikki hevur staðið so væl sum ynskiligt seinru árini.

Aðrastaðni í Norður London hevur Mauricio Pochettino, venjarin hjá Tottenham, fingið eina viðferð, sum bara kongur eigur at fáa, eftir at hann hevur leitt Spurs til eitt ávikavist eitt 3. og 2. pláss hesi síðstu tvey kappingarárini.

Men Pochettino er kanska farin at flúgva ov høgt eftir viðgongdina, sum hann hevur havt við Spurs. Hann hevur í hesum sambandi sagt, at hann bara ynskir at vinna tey týdningarmiklu steypini - eftir at Spurs einans hevur vunnið tvey League Cup hesi síðstu 25 árini. Hetta er óivað eitt prik til Wenger, sum hevur vunnið FA Cup tríggjar ferðir hesi síðstu fýra árini.

Nú Arsenal - sum enn er tað stóra liðið í Norður London - aftur er farið fram um Spurs á stigatalvuni, er tó tann stundin kanska komin til handa, at Pochettino eigur at umhugsa at satsa meira uppá at vinna tey "smærru steypini".

Tí einastaðni skal ein - og eisini hann - byrja. United byrjaði á sinni við at vinna FA Cup í 1990, Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1991 og League Cup í 1992, áðrenn felagið hareftir fór til tey stóru steypini.

Sir Alex Ferguson hevði ikki ráð til at vera "cocky" í 1990 og senda prik til onnur feløg um týdningarmikil og minni týdningarmikil steyp - og tað hevur Pochettino heldur ikki ráð til nú. Eitt steyp er eitt steyp, og í dagsins fótbólti, har tað er sera trupult at vinna Premier League, má ein taka tað, sum man fær.

Hetta hevur Wenger, sum hevur fingið nógvan kritikk síðstu árini, skilt. Tað broytir ikki uppá tað, at hann eftirhondini burdi farið frá sum venjari í felagnum og latið onkran sleppa framat, sum kann taka Arsenal heilt uppá tindarnar aftur.

Men í øllum hesum "Vit elska Pochettino-meldrinum" og "Wenger-out-meldrinum" er neyðugt við eitt sindur av perspektivering - og veruleikin er tann, sum stigatalvan í Premier League eisini vísir, at Wenger ikki er so galin, sum øll vilja vera við, meðan Pochettino, sum hevur fingið Tottenham at spæla fínan fótbólt, má byrja at vinna - eisini tá hann spælir ímóti Gent í Europa League ella ímóti West Ham í League Cup.

Ikki fyrr enn tá gerst hann tann veruligi kongurin í Norður London.

Tottenham leikti í gjár javnt 1-1 á heimavølli ímóti venjaraleysa West Bromwich Albion, sum fyrr í vikuni gav Tony Pulis sekkin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo