Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Anras Róin skrivar: At kaga aftur í oddagreinar í okkara ársfrágreiðingum seinastu árini er ein ferð, ein ferð í vón, ágrýtni og lyftum.

Orðingar sum “Fólkið bankar uppá”, “Við framtíðini í huga” og “Ávegis móti málinum” bera brá av, at vit á Bústøðum hava trúð uppá, ikki bert at vit hava eina stóra avbjóðing at taka okkum av, - eina týdningarmikla samfelagsuppgávu, men eisini, at vit megna at loysa hesa uppgávu – og tað trúgva vit enn uppá.

Frá byrjan settu við tvørstongina høgt. Okkara málsetningur var einar 100 íbúðir afturat um árið í 5–7 ár, soleiðis at vit í dag høvdu havt eini 600 leigumál.

Onkur kundi frá byrjan ivast í, um tørvurin á hesum so eisini var til staðar, - um marknaðurin og Føroya fólk vóru til reiðar at taka ímóti einum nýggjum bústaðaútboði og ávegis til eitt broytt bústaðarmynstur.

Við byrjan í 2012 var framvegis talan um “Exit Føroyar”, og fólkatalið lá um tey 48.000. Fíggjarligar og útbúgvingarligar forðingar vóru viðvirkandi til ein tørvandi fólkavøkstur, og ein av okkara málsetningum á Bústøðum var tá, at bústaðarligar forðingar ikki máttu verða ein orsøk afturat.

Aftan á fimm ár við “Enter Føroyar” er fólkatalið komið upp á góðar 52.500 íbúgvar, og talan kann í dag verða um, at mangul upp á fjølbroyttar bústaðir, eitt størri og betri útboð, er ein av forðingunum fyri, at fólk støðast, og at fleiri koma afturat.

Hóskandi kann tí vera at seta spurningin: “Nú, Bústaðir - hvussu gongst?”

Tjaeee, bum, bum...

Við einum øktum fólkatali, miðsavnan og broytingum í familjumynstrinum er eingin ivi um, at tørvurin á fjølbroyttum bústøðum í dag er størri, enn hann var, tá vit byrjaðu. Við 330 útleigaðum íbúðum og øðrum 170 í gerð hava vit bert megnað at fáa umleið 50 íbúðir í miðal afturat um árið.

Nýskapandi og munagott fyri summi, men ikki nóg mikið.

Fleiri orsakir eru til, at okkara útboð ikki er vaksið skjótari. Tað tekur tíð at menna eina verkætlan frá fyrstu hugskotunum, til at fólk kunnu flyta inn – og nógvir snávingarsteinar eru á vegnum. Staðseting, samstarvspartar, snið, byggiloyvi, arbeiðstakarar og kostnaður eru viðurskifti, sum ikki altíð ganga hond í hond.

Ein serlig avbjóðing hevur tó verið, at tað fíggjarliga og politiska rásarúmið, sum Bústaðir hava havt, hevur verið ov avmarkað. Ferð aftan á ferð mugu vit steðga á, tí tørvandi heimildir til fígging av okkara virksemi gera, at vit ikki fáa lagt ætlanir fram í tíð.

Einki felag og eingin fyritøka fær arbeitt miðvíst og effektivt, um ivi er um heimildirnar, um karmarnar fyri virkseminum – og enntá um, hvat ið felagið skal fáast við.

At seta ferð á – í góðari trúgv, fyri so at fáa at vita, at skeivt er atborið, og at bremsast má, áðrenn kontraboð aftur verða givin, - er ikki bara ein trupul støða, - tað er oyðileggjandi fyri bæði felag og borgarar og forðar fyri einum nøktandi og burðardyggum framburði.

Ein breið bústaðapolitisk semja er ein sjálvfylgja í einum nýmótans vælferðasamfelagi. Hóskandi bústaðamøguleikar eru týdningarmiklir karmar ájavnt við infrakervið, - tað eru karmar, ið skulu til, fyri at alt annað kann virka á ein nøktandi hátt, - fyri vinnulívið, fyri borgarar og alt har ímillum.

Hvat er so í væntu?
Bústaðir hava 165 íbúðir í gerð, alt innanfyri verandi fíggjarkarm, og verða hesar íbúðirnar lidnar fram til 2022.

Vit vænta, at komandi árini fara at innibera:

∙ At vit fáa ein greiðari og fríari leiklut á føroyska bústaðamarknaðinum

∙ At vit eru við til at tryggja eitt størri og fjølbroyttari útboð av bústøðum kring alt landið

∙ At tær fyrstu lutaíbúðirnar verða bjóðaðar til borgarar longu í 2021

∙ At tær fyrstu verkætlanirnar við deildum/býttum ognarskapi millum alment og privat eisini verða settar í verk heilt skjótt. Hetta soleiðis, at privatir íleggjarar og Bústaðir menna ein hóskandi samstarvsleist – samfelagnum at gagni

Alt soleiðis, at vit í næstum, heldur enn at halda at tvørstongin av fyrstan tíð var sett ov høgt, í felag flytamørkini og menna tær heildarloysnir, ið skulu til.

Les ársfrágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo