Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Føroyingar sleppa at uppliva eina live-framførslu av teimum heilt sjáldsomu, tá ið bólkurin JoKa ger comeback í eitt kvøld á Summar Festivalinum.

Fyrsti sangurin hjá JoKa var á útgávuni Ung 85, og í 1986 kom JoKa við sínari fyrstu útgávuni. Á útgávuni vóru sangir sum »Torvatrøllið (Tit ræðast meg øll)«, »Barnið (Tú bar mær ta sól)«, »Ivast« og »Flúgvi eg til tín«. Onnur útgávan hjá JoKa kom í 1992, og tá løgdust sangir sum »Nú er veðrið gott« og »Stýr tær« afturat. Seinni var upprunabandið endurútgivið sum fløga, og tá vóru fýra nýggir sangir eisini tiknir við.

Sangirnir hjá JoKa vóru stór hitt, og sangirnir liva framvegis væl og eru javnan at hoyra. JoKa var ongantíð veruligur live-bólkur, og teir høvdu bert fáar framførslur. Nú verður so høvið at hoyra JoKa við fullum útblástri á stóra palli á Summar Festivalinum.

Karl Martin Samuelsen og Jóhannus á Rógvu Joensen eru høvuðsmenn í JoKa, sum eisini er navngivin eftir teimum, og afturat sær á pallinum fara teir at hava Kim Hansen, Josva Debes, Mikkjal Hvannastein, Janus Kampmann og Lailu Carlsen.

– Vit eru sera spent upp á at spæla á Summar Festivalinum, og eg gleði meg nógv til at fara undir venjingarnar og at sleppa at spæla góðu, gomlu JoKa-sangirnar aftur, sigur Karl Martin Samuelsen.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 9. til 11. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo