Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Ársins jólaligasta bók fer í dag út í bókhandlarnar kring landið. Mín jólabók 2020 er sum vant á tremur við góðum søgum og vøkrum myndum eftir føroyskar høvundar og myndprýðarar.

Hesa ferð hava seks listafólk - Sissal Kristiansen, Rakel Helmsdal, Óluva Johannessen, Joel Cole, Ranvá Knudsen og Fríði Patursson - gjørt spennandi ítriv, sum familjan kann gera í felag. Lena Nicolajsen hevur gjørt vøkru permuna á bókini í ár. 

Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt.

Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo