Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Synergi: Í gjár vórðu Ársins Leiðarar 2022 kosnir á stórari leiðsuráðstevnu á Hotel Føroyum. Hetta er 18’anda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum. Synergi skipar fyri Leiðaradegnum.

Ársins Leiðari er tignarligasti heiðurin, ið verður latin føroyskum leiðarum. Øll kunnu tilnevna kandidatar til heiðurin, ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina.

Dómsnevndin, sum velur Ársins leiðarar
Í dómsnevndini fyri 2022 sita Søren Bruhn, stjóri, Suðuroyar Sparikassi, Marjun Eystberg, stjóri Input og Halldis Joensen, verkætlanarleiðari Demensætlan fyri Føroyar.

Dómsnevndin brúkti m.a. hesi orð um Ársins Privata Leiðara 2022:
Leiðarin er kveikjandi, so starvsfólkini kenna, at fyritøkan er best og dugnaligast. Leiðarin megnar at fáa øll at ganga somu leið og fær starvsfólkini við til at seta kósina. Leiðarin er trúgvur móti síni sannføring og er til reiðar at taka avleiðingarnar. Leiðarin er lættur at tosa við, sjónligur og dugir væl at lurta, um starvsfólkini hava nakað uppá hjarta.

Ársins leiðari innanfyri tað privata 2022 er Jan Ziskasen, samtaksstjóri, Føroya Tele

Dómsnevndin brúkti m.a. hesi orð um Ársins Almenna Leiðara 2022:
Leiðarin er sera tilvitaður um leiðslu og menning. Hann er arbeiðssamur, skipaður, stabilur, hevur yvirblikk og politiskt tev. Leiðarin er góður við síni starvsfólk, sum hann hevur álit á og verjir. Hann hevur ein opnan leiðslustíl, er tolin, rættvísur, lagaligur og er altíð líka.

Ársins leiðari innanfyri tað almenna 2022 er Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Uttanríkis- og mentamálaráðið

Hesi vóru í topp 3 at gerast Ársins Leiðari 2022:

Innan tað almenna
Hans Jón Thomsen, stjóri, Hoyvíkar skúli
Jógvan Thomsen, stjóri, Vinnustovnurin
Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Uttanríkis. og Mentamálaráðið

Innan tað privata
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri, Betri Trygging
Jan Ziskasen, samtaksstjóri, Føroya Tele
Rógvi Róin, stjóri, Petur Larsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo