Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ársroknskapurin fyri Tórshavnar kommunu varð lagdur fyri Tórshavnar býráð í kvøld.

Koronufarsóttin hevur ikki merkt kommunala búskapin so nógv, sum kanska væntað.

Samlaðu inntøkurnar í 2020 vóru 1.139 mió. kr, sum er 54 mió. kr ella 5,0% hægri enn inntøkurnar árið fyri. Hækkingin í samlaðu skattainntøkunum stavar serliga frá økingini í kommunuskattinum upp á 43 mió. kr.

Rakstur og íløgur
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2020 vóru 838,2 mió. kr. Samanborið við árið fyri, tá ið samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 788,5 mió. kr, er talan um eina hækking upp á knappar 50 mió. kr.

Fólkavøkstur og fleiri familjur í kommununi hevur við sær økt barnatal, sum millum sæst aftur á barnaansingarøkinum, sum aftan á eldraøkið upp á seg hevur næst flestu útreiðslurnar við sær.

Í 2020 blivu gjørdar íløgur í kommununi fyri íalt 406,8 mió.kr. Harav vóru íløgur í Tórshavnar havn upp á 104 mió. kr.

Fíggjarstøðan
Rakstrar, løgu- og útlánsúrslitið fyri 2020 var -130 mió. kr. Játtan at flyta fram til komandi ár er 35,9 mió. kr fyri rakstur og 135,5 mió. kr. fyri løgur.

Tórshavnar kommuna hevði við árslok 2020 eina langfreistaða skuld upp á 236,7 mió. kr. Av samlaðu lánsskuldini hoyrdu 226,2 mió. kr. til Tórshavnar havn og 10,5 mió. kr til Tórshavnar kommunu.

Í viðgerðini til fíggjarætlan fyri 2020 samtykti býráðið eina heimild til at taka upp lán á 57 mió. kr í sambandi við tørvin á at byggja nýggjan umlættingar- og endurmenningardepil. Hetta lánið verður væntandi tikið í 2021.

Samlaði tøki peningurin við árslok 2020 var 175,9 mió. kr.

Her sært tú allan ársroknskapin 2020

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo