Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Býráðið samtykti á fundi í gjárkvøldið 27. mai ársroknskapin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2020.

Raksturin av kommununi kostaði 66.5 mió. kr. Játtanin var 62.8 mió. kr., sostatt ein meirnýtsla upp á 3.7 mió. kr. Fíggjarliga tyngsta rakstrarøki var § 2, Almanna og Heilsumál, ið stóð fyri 18% av rakstrarkostnaðinum, sum í høvuðsheitum stavar frá eldrasamstarvinum Nánd. Størst meirnýtsla í 2020 var á rakstrarøki 6, teknisk mál. § 7, kommunal virki, hevði eina inntøku á góðar 4. mió. kr., sum stavar einamest frá Fuglafjarðar havn.  

Íløgurnar vóru 65.9 mió. kr. Játtanin var 81.9 mió. kr. sostatt ein minninýtsla á umleið 16 mió. kr. Størsti íløguposturin var § 4, undirvísing, viðvíkjandi nýggja barnaskúlanum, umframt íløgurnar í ítróttarhúsið og eldrasambýlið Vesturstovu.

Inntøkurnar í 2020 vóru 101 mió. kr. í mun til metingina á 99. mió. kr., sum er ein inntøkuhækking á 2. mió. kr. Inntøkurnar eru hækkaðar við 995 tús. kr. í mun til 2019.  Størsta broytingin í inntøkunum var í persónsskattinum, sum varð 70. mió. kr. í mun til metingina á 67.5 mió. kr., sum er ein hækking í persónsskattinum á 2.5 mió. kr. Partafelagsskatturin gjørdist hinvegin umleið 2.3 mió. kr. lægri enn mett varð; 16.7 mió. kr. í  mun til metingina á 19. mió. kr.

Sammett við 2019, so eru rakstrarútreiðslurnar í 2020 hækkaðar við 693 tús. kr. Íløgurnar eru hækkaðar við umleið 13. mió. kr., í høvuðsheitum grundað á bygging av nýggjum barnaskúla.

Samanlagt gjørdist gjaldførisúrslitið frá rakstrinum (RLÚ) eitt hall upp á umleið 31. mió. kr. ímóti einum halli í 2019 upp á umleið 18. mió. kr.

Kommunan hevur í 2020 goldið 3.7 mió. kr. í avdráttum av lánum. Nettoskuldin var við árslok 0,94 av einari álíkning á 23%.

Góðkendi ársroknskapurin hjá Fuglafjarðar kommunu fyri 2020 verður í dag sendur til Fíggjarmálaráðið, sum er eftirlitsmyndugleiki á økinum, samsvarandi § 53, stk. 2, nr. 1 í kommunustýrislógini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo