Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

Vágatunnilin
Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2018 gjørdist eitt avlop á 4,1 mió. kr.  Umsetningurin var 14,7 mió. kr.

Í Vágatunlinum koyrdu 896.864 akfør gjøgnum tunnilin, 57.114 fleiri enn í 2017, ein vøkstur á 6,8%.

Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.457 akfør í miðal hvønn dag. Til sammetingar koyrdu 2.301 akfør í miðal hvønn dag í 2017.

Norðoyatunnilin
Úrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 3,4 mió. kr.  Umsetningurin var 19 mió. kr. í 2018 og 21 mió. kr. í 2017. Orsøkin til minni inntøkurnar er, at prísirnir, fyri at nýta tunnilin, lækkaðu í 2018. 

Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.217.826 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 7% í mun til 2017, tá 1.138.369 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum.

Ferðslan í 2018 hevur verið 3.337 akfør/døgn í miðal, í mun til 3.119 akfør/døgn í 2017.

Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vórðu nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi.

Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni.

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze.

Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo