Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir.

 

Vágatunnilin

 

Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2019 gjørdist eitt avlop á kr. 3,2 mió.

 

Umsetningurin  var  kr. 13,4 mió. í 2019 og kr. 14,7 mió. í 2018.

 

Í Vágatunlinum koyrdu 952.300 akfør gjøgnum tunnilin, 55.436 fleiri enn í 2018, ein vøkstur  á 6,2%. 

 

Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.609 akfør í miðal hvønn dag.

 

Til sammetingar koyrdu 2.457 akfør í miðal hvønn dag í 2018.

 

Norðoyatunnilin

 

Úrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 3,1 mió. kr. 

 

Umsetningurin var kr. 17,7 mió. í 2019 og kr. 19 mió. í 2018.

 

Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.308.519 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 6,4% í mun til 2018, tá 1.217.826 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum.

 

Ferðslan í 2019 hevur verið 3.585 akfør/døgn í miðal, í mun til 3.337 akfør/døgn í 2018.

 

Í nevndina fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, nevndarformaður, Dánjal T. Thomsen, næstformaður og Gunnvá á Lofti, nevndarlimur,

 

Í nevndina fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, formaður, Heri M. Hammer, næstformaður og Johanna á Bergi, nevndarlimur. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo