Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Vit leita eftir arbeiðsfólki til verkætlanir í runt um í Føroyum.

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.

Arbeiðsøkini
- Maskinførari
- Seta kantsteinar
- Leggja rør
- Hegna og laða grótgarðar
- Fríðkan og gróður
- Grótlaðing
- Betongarbeiði
- Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tín vangamynd
- er røkin og álítandi
- er arbeiðsom/-samur
- hevur góð samstarvsevnir
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum maskinførari.

Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
- Nútímans útgerð
- Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga
- Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað
- Eitt fjølbrott arbeiðspláss

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagsten, verkætlanarleiðara, á telefon 216122

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. juli  2022.

Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo