Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Articon: Longu tá felagið varð stovnað fyri 20 árum síðani, bleiv stórur dentur lagdur á trygdina og arbeiðsumhvørvið. Felagið vaks skjótt tey fyrstu árini, og tað sama gjørdi tørvurin á at fáa eitt skipað HTU arbeiði. Tí varð HTU-leiðari settur í starv í 2007. Síðan hevur verið arbeitt miðvíst við at menna økini “Heilsa, trygd og umhvørvi”, og sæðst hetta eisini aftur í hugburðinum millum starvsfólkini á øllum byggiplássum.

Nú er sálarliga arbeðsumhvørvið sett enn meira í miðdepilin. Á árliga starvsfólkadegnum 21. mai var framløga av  politikkinum, sum stuðlar einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi í felagnum, og ymiskum tiltøkum hesum viðvíkjandi. Saman við Intra hevur Articon ment eina nýggja HTU app, har starvsfólk millum annað kunnu boða frá, um tey merkja ymiskt eyðkenni hjá stavsfeløgum ella sær sjálvum í samband við sálarligu ella likamligu heilsuna.

Articon hevur útbúgvið HR- og HTU starvsfólkini sum “stresscoach”, so felagið er búgvið til at fyribyrgja, at starvsfólk verða strongd. Eisini hava tey lært, hvussu farast skal fram, um starvsfólk verða rakt av strongd. Aðalmálið er at hava eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, tí tað gevur góðan trivnað og orku.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo