Tað finst ongin ókeypis máltíð. Onkur onkrastaðni hevur goldið fyri hana
- Robert Henlein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vit skulu aftur til árini 2015 og 2016 fyri at finna tøl á botnlinjuni hjá stóru byggifyritøkuni Articon, sum líkjast tølunum sum vórðu løgd fyri dagin tá gjørt var upp fyri árið í fjør.

Tær 20,7 milliónirnar ljóða sum eitt gott úrslit, men tær standa tó í skugganum av úrslitinum fyri 2019 sum táttaði í 38,8 mió kr, og eisini 2018 og 2017 sum bæði vóru røttu megin 30 mió kr.

Articon sigur seg merkja avleiðingarnar av korona, og at eftirspurningurin generelt eftir tænastunum hjá fyritøkuni eru minkandi.

Um ársroknskapin 2020 verður millum annað sagt soleiðis í leiðslufrágreiðingini:

- Sum væntað minkaði virksemi felagsins í 2020 í mun til 2019, tá tað var metstórt (...) flest allar verkætlanir gingu sum ætlað, men minkandi virksemi hevði neiliga ávirkan á lønsemið (...) úrslitið av primera rakstrinum gjørdist tó nøktandi í mun til virksemið og eitt vet betri enn væntað. Samanumtikið er nevndin nøgd.

Og um framtíðina verður millum annað sagt soleiðis:

- Metingarnar eru ymiskar, men flestu halda, at verulig gongd kemur ikki á alheims búskapin fyrr enn í 2022. Tað veldst í stóran mun um politiskar raðfestingar (...) roknað verður við væl minni virksemi og einum munandi lakari úrsliti í 2021.

Tað er kanska eitt sindur keðiligur lestur, tí Articon man vera ein av fyritøkunum í landinum, sum hevur "fingurin á pulsinum." Fyri fyritøkuna sjálva er tó ikki nakað beinleiðis hóttafall í eygsjón, tí Articon er væl fyri í allar mátar.

Fíggjarstøðan javnvigar við 283 mió kr og eginognin er 107 mió kr.

Starvsfólkahópurin minkaði í fjør úr 314 til 304, men lønarútgjaldingarnar stóðu mestsum í stað.

Vinningsbýtið varð lækkað úr 13 mió kr (2019) til 10 mió kr (í fjør).

Jón Siðurdsson, Niclas Joensen er nevndarformaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo