Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri: Í gjárkvøldið var ársaðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið. Á nevndarfundinum stóðu Gunn Danielsen, Petur Elias Nielsen og Mortan Simonsen fyri vali, og tey vóru øll afturvald. Umframt hesi sita Aslaug Gisladóttir, Ragnar Joensen og Lars Løkke Rasmussen í nevndini.                                      

Nevndin skipaði seg eftir fundin við Aslaug Gisladóttir sum forkvinnu og Gunn Danielsen sum næstforkvinnu. Tær hava staðið á odda fyri Betri samtakinum síðani 2018. 

Aslaug Gisladóttir fegnast um, at feløgini í Betri samtakinum eru sterk og væl fyri, og at samlaða úrslitið gjørdist 146,3 milliónir kr., hóast 2020 var eitt avbjóðandi ár. Grundarlagið undir at standa ímoti avbjóðingum, sum kunnu væntast í kjalarvørrinum av koronafarsóttini, er gott.

- Eisini er gleðiligt, at Umboðsráðið, sum umboðar eigarar okkara, stuðlar so væl upp um samtakið og ta leið, vit ynskja at ganga. Tað er helst eisini tekin um, at vit eru á rættari kós, sigur hon.

Árið hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna í stuttum:

Ársúrslit: 146,3 mió. kr.

Eginogn: 3.458 mió. kr.

Fíggjarstøðan hjá samtakinum javnvigar við 13.845 mió. kr.

Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 33,7%

Til ber at lesa allan roknskapin hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo