Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir at Astrup í seinasta vikuskiftissosiali skuldsetti TAKS stjóran fyri mutur, hevur stjórin svarað skuldsetingunum í samrøðu við FM1.

Útfrá alment atkomiligum skjølum sæst, at umtalaða smápartafelag, sum familja hjá TAKS stjóranum átti partabrøv í, bleiv sent skiftirættinum og varð strikað tann 06.11.2013.

Óheftar kanningar hava staðfest, at av tí at felagið var insolvent og eingin persónlig trygd stóð aftanfyri skuldina, hevði Eik banki neyvan annað val, enn at avskriva tapið.

Undir fíggjarkreppuni mundi slík tap vera vanlig hjá fíggjargeiranum og longri er tann søgan neyvan.

Spurningurin er, um tað í dag er vorðið eitt ítriv hjá Astrup, at skuldseta og melda til høgru og vinstru.

Skotríðirnar frá Astrup hava verið nógvar og øgiligar í mongum málum.

Málbólkurin hevur verið breiður.

Álopini hava verið vend móti fyrisitingarvaldinum, ákæruvaldinum, SØIK, SKAT í DK, TAKS stjóranum og mongum øðrum.

Listin er langur.

Dómsvaldið er heldur ikki sloppið undan áganginum frá Astrup. Enntá hægstirættur hevur fingið av at vita.

Tann 22. juni í fjør fríkendi danski hægstirættur fyrrverandi leiðsluna í danska Eik banka í einum endurgjaldskravi, sum Finansiel Stabilitet hevði reist móti leiðslu bankans.

Nakrar dagar eftir hesa frídøming, skrivaði Astrup eina kronikk í Jyllandsposten, har hann skuldsetti hægstarættardómararnar fyri manglandi løgfrøðiligar førleikar at døma í Eik málinum.

Astrup samanber hesar dómarar við Per Degn, sum er víðagitna møsnið í sjónleikinum Erasmus Montanus eftir Ludvig Holberg.

Um frídømingina av donsku Eik leiðsluni sigur Astrup til seinast:  ”Undertiden kan dommen minde om en opvisning i disputerekunst”.

Skrivingin hjá fyrrverandi ”føroyska” bankastjóranum er eftir hondini so langt úti, at tað tykist vera á markinum til tað svakliga.

Í Danmark er ørliga skrivingin ikki nakar trupulleiki, av tí at har verður maðurin neyvan tikin í álvara longur.

Men her á landi eru tað nøkur fólk, ið hava ment eitt serligt ”Astrup resistens”.

Hjá hesum fólkum hevur Astrup altíð rætt.

Símun Absalonsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo