Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Í Degi og Viku í kvøld var ein áhugaverd samrøða við fyrrverandi Eik stjóran, Marner Jacobsen.

Marner er júst fríkendur í hægstarætti, fyri sín leiklut í danska Eik Banka.

Í mun til tað sum KVF áður hevur borið fram um gamla Eik, so var í kvøld talan um nýggj og øðrvísi sjónarmið.

Serliga áhugavert var sjónarmiðið um leiklutin hjá Astrup í samband við húsagangin og endurreisnina av bankanum.

Marner Jacobsen endurgav úr bókini ”Astrup”, har Astrup tók sær æruna av, at hava loypt hvøkk á Fíggjareftirlitið og koppa Eik Banka.

Ein kann sjálvandi loyva sær at spyrja, um Astrup hevði so stóran myndugleika í fíggjareftirlitinum, at hann einsamallur kundi fella bankan.

Hinvegin er tað sannlíkt, at  eftirlitið hevði stórt álit á Astrup, tá talan var um at meta føroysk bankaviðurskifti.

Eftir at bankin varð feldur, kom bankin undir veingirnar á tí sum danskir miðlar mangan nevna ”den offentlige skraldespand” Finansiel Stabilitet.

Og almenna ”ruskspannin” setti ongan minni enn Astrup at ”rudda upp” í útlánum og kredittum.

Hetta var sum at seta rev at ansa høsnum, og Marner Jacobsen undraðist á, at gegnisspurningurin hjá Astrup ongantíð kom upp at venda.

Finansiel Stabilitet hevur áður brúkt Astrup sum ”uppruddara”.

Astrup varð eisini settur at rudda upp í jyska EBH bank eftir at Finansiel Stabilitet hevði yvirtikið bankan.

Eisini her reisti Fin. Stabilitet ovurhonds endurgjaldskrøv móti fyrrverandi leiðslu bankans.

Fyrr í ár varð øll nevndin fríkend í Vestara Landsrætti.

Astrup segði við danskar miðlar, at dómurin undraði hann.

Fin. Stabilitet varð í hesum máli dømt at rinda 121 mió kr. í sakarkostnaði.

Almenna ”ruskspannin” hevur brúkt nærum eina milliard kr í sakarkostnaði í samband við endurgjaldskrøv, men lítið er komið burturúr.

Hetta hevur fingið alsamt fleiri danir at seta spurnartekin við leiklutin hjá Fin. Stabilitet.

Í juni 2010, stutt áðrenn Eik Banki koppaði, tapti Astrup stóra og drúgva sakarmálið móti danska tryggingarsamtakinum TRYG.

Astrup hevði, saman við øðrum tryggingartakarum, kravt 25 milliardir kr. útlutaðar til fleiri hundrað túsund tryggingartakarar.

Men Astrup tapti greitt í hægstarætti og varð dømdur at rinda 8 mió. kr. í sakarkostnaði.

Men av tí at Astrup hevði fingið fría process, varð rokningin send víðari til donsku vaskikonuna.

Stutt eftir kom Astrup til Føroya at rudda upp í kollsiglda og endurreista Eik Banka.

KVF hevur um nakar her á landi, staðið í fremstu røð og pussa gloriuna á Astrup.

At KVF í kvøld gav rúm fyri øðrvísi sjónarmiðum tænir bert KVF til rós.

Flott KVF og Uni Holm Johannesen.

Sí samrøðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo