Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskaaling: Í nýggjari vísindagrein verða ymiskir kanningarhættir samanbornir at meta um tal av laksalýs í sýnum. Granskarar á Fiskaaling eru viðhøvundar á greinini, sum er kunngjørd í altjóða ritinum Journal of Fish Diseases.

Í greinini verður ein samanbering lýst av ymiskum háttum at kvantifisera laksalús í planktonsýnum. Verkætlanarleiðarin sendi planktonsýni við ávísum tali av laksalýs í, ókent fyri móttakaran, til ymiskar starvsstovur í Noregi, Skotlandi og Føroyum. Hesar starvsstovur brúktu síðani hvør sín kanningarhátt at meta um talið av laksalýs í sýnunum.

Úrslitini vístu, at allir kanningarhættir hava ávísar fyrimunir og vansar, sum eisini eru lýstar í greinini. Fiskaaling gjørdi kanning við qPCR, og tað vísti seg at vera rættuliga “density dependent”. Tað merkir, at um nógv plankton var í sýnunum, vóru úrslitini góð, meðan úrslitini vóru minni góð, tá lítið plankton var í saman við laksalýsnum.

Aðrir royndir kanningarhættir vóru ljósmikroskop, fluorescence mikroskop, flow-cam, ddPCR og fPCR. Einans ddPCR kundi sammetast við ljós mikroskopi.

Samantha Bui frá Havrannsóknarstovuni í Noregi stóð fyri verkætlanini. Gunnvør á Norði og Ása Jacobsen, granskarar á Fiskaaling, luttóku í kanningararbeiðinum.

Enska heitið á greinini er «Finding the needle in the haystack: Comparison of methods for salmon louse enumeration in plankton samples.»

Greinin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo