Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Orðatakið “Tann, ið kastar fyrsta steinin...” rann mær til hugs eftir at hava  lisið grein hjá Annfinni Brekkstein, sum var ein long persónlig niðurgerðing av mær sum borgarstjóra.

Annfinn Brekkstein gloymir, at tað var hann í grein, send miðlunum fríggjadagin, leggur eftir sitandi meiriluta viðvíkjandi manglandi fíggjarstýringini i Tórshavnar kommunu.

Ein slíkur pástandur kann ikki standa ósvaraður, og tí varð hetta afturvíst i mínum svari, har eg vísi á fakta.

Fakta er, at Tórshavnar kommuna í dag er skuldarfrí, og tað átti Annfinn og øll onnur í andstøðuni fegnast um.

Alt meðan stórar íløgur eru gjørdar í skúlar, eldraøkið, dagstovnaøkið og ítróttarøkið er skuldin hjá Tórshavnar kommunu niðurgoldin. 

Tí nyttar tað ikki hjá Annfinni og øðrum at koma við dómadagsprofetium um, at vit ætla at taka stór lán og hækka skattin, tað er ein djúp andsøgn og er tikið úr bláum himli.

Annfinn Brekkstein nevnir ikki færri enn 4 ferðir í grein síni, hvussu ræðuligt tað er, at almenna fyrisitingin er vaksin við 10 miljónum hesi 4 árini.

Við hesum útsøgnunum kann man ikki annað enn konkludera, at við Annfinni Brekkstein á odda skal almenna fyrisitingin skerjast, tí talan er um einans lønarhækkingar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Skal hetta skerjast, skulu fólk sigast upp, og tað er konklusiónin hjá Annfinni Brekkstein.

Viðvíkjandi langhylinum so atkvøddi Annfinn Brekkstein og harvið Sambandsflokkurin i býráðnum ímóti við teirri grundgeving, at onnur staðseting skuldi kannast.

Fyri tað fyrsta, er hetta 8 ár ov seint, og fyri tað næsta, so hevði hetta merkt eina nýggja projektering av langhylinum, tí man kann ikki flyta ein liðugt projekteraðan langhyl úr einum staði í býnum tll eitt annað uttan at hetta kostar í bæði tíð og pengum.

At flyta langhylin hevði kostað i hvørt fall  8 mió. í nýggjari projektering.

Tað kann so ikki vera skilagóður fíggjarpolitikkur, tá man samstundis veit, at Annfinn Brekkstein øll árini, hann hevur sitið í býráðnum hevur havt møguleikan at tikið hetta mál upp.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo