Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í gluggunum hongur jólastjørnan. Tað er ein serligur dámur. Angin av friði hongur í rúminum. Tað er friðsælt uppá tann góða mátan, hjávera í nærveru. Ikki kaldur friður, har tøgnin sum kuldi setur seg á rútarnar.

Tað er unniligt, tí tað, sum er, er. Tað er unniligt, tí tað, sum ikki er, manglar ikki. Ein friðsæl kensla, tí hjartað slær í takt við kærleikan, sum er størstur av øllum.

Morgunin vaknar, og tað lýsir í eystri. Fjórði sunnudagur í advent 2020 er í nánd. Tað er stilt í húsinum, nú skrivstovan er farin í jólafrí. Konan er farin til arbeiðis og tekur ta seinastu vaktina á stovninum áðrenn halguna.

Valdandi friður gevur møguleikan at hugsavna seg um lívið og tilveruna. Ein djúp tøkk til skapara himins og jarðar, ið gav okkum heimsins størstu gávu, Jesus.

Mær untist at liva eitt gott lív saman við teimum, ið gjørdust míni og okkara. Tað heimliga, fjálga og trygga. Í biskupsgarði er mamman og omman hjartaslátturin. Hon er kervið, ið drívur verkið.

Mær untist í kirkjuni at starva saman við eini fjøld av fólki, sum í margfaldum fjølbroytni vilja øllum væl og kirkjuni tað besta. Opinleiki, talufrælsi og trúfesti.

Mær untist at vera samverkamaður hjá kristnum við aðrari siðvenju. Tað víðkaði sjónarringin út um havsbrúnna. Virðing fram um alt. Kristi kærleiki í øllum.

Mær untist kærleikans blídni frá teimum, sum ikki altíð merktu hitan. Teimum, ið vit mettu øðrvísi, veittu avmarkaða tænastu ella ikki rukku. At merkja teirra fjálgu hendur og fáa eina vinarliga heilsan nemur hjartað kensluliga. Tað ger meg til eitt betri menniskja. Av lívinum vit læra.

Tað er umráðandi, at vit kristnu eru menniskju. Tær løtur, ið vit ikki bera okkum at sum menniskju, eru vit farin av leið. Vit mega byrja av nýggjum, aftur til krossin og fyrigeving syndanna í Jesu navni.

Tað er júst her, at avbjóðingin liggur. Vit skulu vera menniskju og menniskjanslig í atburði og medferð. Tað virkar neyðarsligt, men er tað størsta.

Vit hava lyndi at stremba uppeftir og gerast leys við jørðina. Tað skaðar ikki, um vit andaliga vilja framá og uppeftir. Tó, vit mega ikki missa fótafestið. Søgan staðfestir, at skaðin kann verða óbótaligur. Sjálvgleði, tvørrandi tolsemi, harðrend framferð, kríggj og kúgan.

Fyrimynd teirra kristnu við atliti at jørðini og tí menniskjansliga er Guð sjálvur. Guð kemur til jarðar úr himins dýrd og tign. Jørðin fær himmalska vitjan, tá ið einborni sonurin, Jesus, verður føddur í einum fjósi ta nátt, ið vit kalla jólanátt.

“Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi, hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur.” (Filippibrævið 2,5-7).

Solidaritetur og hóskandi atferð er tað sinnalagið, ið skriftin minnir á. Hóast hetta ljóðar politiskt, er tað kjarnin í kristnum verki. Frelsarin tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur.

Lærusveinar Jesu mega gera sum Meistarin. Vit eru ætlað at tæna Guði við at tæna menniskjum. Tað er sannur kristindómur, at vera trúgvur móti jørðini. Sum faðirin, so sonurin. Sum sonurin, so lærusveinar hansara.

Fyrsta kall teirra kristnu er familjan. Vit broyta heimin við at byrja við okkum sjálvum í okkara egna nærumhvørvi. Tað tekur tíð at broyta heimin, og tað tekur tíð at skipa og umskipa tilveruna. Vit, ið hava stórar ætlanir, mega byrja innanfyri okkara egnu veggir. Ætla vit at fáa skil uppá onnur, mega vit fáa skil uppá okkum sjálv.

Hvussu fyrireika vit okkum til betri dagar í sálarligari javnvág? Hvat renna vit eftir í adventini? Hvussu nýta vit tíðina og fara um hana?

Søgan um hin ríka mannin, ið lá at doyggja, er ein álvarsom áminning. Hann átti alt, vert var at eiga. Tá ið hann lá á deyðastrá, hevði hann eittans ynski: “Eg vildi ynskt at kunna keypt mær nakrar dagar afturat, so eg kann liva hjástaddur saman við mínum kæru heima við hús.”

Mær er givið almikið av øllum. Eyðmjúkliga takki eg Harranum fyri lívið. Takki fyri ríkar og góðar løtur. Takki fyri, at faðir vár á himni var hjástaddur teir myrku dagarnar.

Í tínum navni, Jesus, verður biðið um vísdóm og hegni, so vit kunnu vera til gleði fyri okkara egnu, onkran í umhvørvinum ella fremmandan. At vit fáa náðir at geva nakrar tímar burturav lívinum til at nøra um gleðina og vælveruna hjá øðrum.

Kenslan av einsemi køvir trivnaðin. Latum okkum kveikja eina kertu í eygum teirra eldru og teimum í einbýli.

Tíðin er ein gáva, ið vit kunnu njóta. Vit kunnu eisini nýta tíðina øðrum til gagns og signingar. Amen.

Orðið: “Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!” (Lukas 2,15).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo