Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini
Spyrjari: Sirið Stenberg, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Herjólfur sum avloysaraskip

Spurningar:
1. Metir landsstýrismaðurin, at Herjólfur verður nøktandi sum avloysaraskip, meðan Smyril er í dokk?

2. Í mun til ferðafólkatøl og farmaflutning, sum er í løtuni, hvussu nógv metir landsstýrismaðurin, at samferðslan til Suðuroynna verður skerd, um Herjólfur skal sigla, meðan Smyril er í dokk?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi at skerja samferðsluviðurskiftini til Suðuroynna, meðan Smyril er í dokk?

4. Hvørjar ábøtur skulu gerast, og hvørji krøv eru annars fyri, at Herjólfur kann sigla við ferðafólki, og hvat kosta hesi?

5. Nær og hvussu leingi skal Smyril í dokk?

Viðmerkingar:
Samferðsluviðurskiftini millum Suðuroynna og miðstaðin eru í verandi støðu undir so stórum trýsti, at tey til tíðir als ikki eru nøktandi. Ferðafólkatalið veksur alsamt, og nógvur farmur er.

Í sjálvum sær ber vaksandi ferðafólkatal og vaksandi farmur boð um nakað positivt, men tað hevur eisini stórar avbjóðingar við sær.

Bilar standa javnan eftir, økt trýst er á starvsfólkini, ongin bíleggingarskipan er, trongt er umborð ávísar túrar, umframt at ferðakostnaðurin er nógv tann dýrasti í landinum.

Tað er gott, at tað nú eru boð um, hvussu farmasiglingin kann gerast betri, men at Herjólfur skal vera ferðafólkaskip kann verða ein risa avbjóðing.

Tað verður uttan iva eitt stórt afturstig, um Herjólfur skal røkja siglingina, meðan Smyril er í dokk, tí tað fer at merkja færri túrar, færri ferðafólk og færri bilar.

Tað er tað suðuroyingum er í boði.

Hetta kemur sostatt at hava við sær stórar avbjóðingar fyri bæði fólk og vinnu, og setir farleiðina áratíggju aftur í tíðina.

Á Løgtingi, 23. mai 2022
Sirið Stenberg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo