Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú verður almikið umrøtt, hvussu samfelagið skal koma í gongd aftur eftir at covid-19 farsóttin er farin framvið.

 

Semja er um, at tað var rætt at bera skjótt at og seta á pengakassan hjá arbeiðsloysistryggingini. Hetta gjørdi, at tey sum noyddust at vera heima uttan løn ikki komu at líða neyð.

 

Vansin við hesum tiltaki er, at tað tekur ov langa tíð at fáa útgjald úr hesum grunni. Betri hevði verið, um vit kundu nýtt okkara fyrimyndarligu kelduskattaskipan til at flutt pening umgangandi til tey fólk sum knappliga ikki fáa nakra løn. Sum higartil hevur verið, fáa tey pengar hvønn mána. Tá tey nú ikki fáa nakað útgoldið frá arbeiðsgevara sínum, kundu tey fingið tað, sum tey plaga at fáa frá arbeiðsgevaranum, útgoldið beinleiðis frá taks.

 

Hetta hevði verið ein meira smidlig skipan, og hevði gjørt at tey kundu hildið fram við at liva sítt vanliga lív og gjalda hvørjum sítt. Handlar og allar tær smáu fyritøkurnar, sum liva av tí, sum vanligu lønmóttakarar geva teimum, kundu hildið fram við sínum vanliga virksemi.

 

Men hvaðani skulu pengarnir koma til at gjalda fyri hetta?

 

Vit hava eitt samfelag sum hevur rætt til at krevja upp skatt av okkum øllum. Tað ber ikki til í so ringum tíðum, sum tær vit hava nú, at seta skattin upp.

 

Men tað almenna má jú hava pengar at gjalda útreiðslurnar við. Tá tað brennur so hart á sum í hesum tíðum, er tann vanligi mátin at tað almenna vendir sær til borgararnar og heitir á teir um at lána landsins stýri pengar.

 

Tað sum nú er orsøk til, er at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin venda sær til Føroya fólk og heita á tey um at vísa samfelagssinni við at lána landskassanum pengar, so hann fær ráð t5il bráðfeingis at gjalda tær óvæntaðu almennu útreiðslurnar, sum okkum nú eru fyri. Gera teir tað, kunnu vit saman koma burtur úr hesi avbjóðing nógv sterkari, enn vit higartil hava verið.

 

Zakarias Wang

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo