Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ofta verður sagt á teimum sosialu milunum, at tónalagið ikki altíð er so gott, sum tað átti at verði. Tað er ongin ivi um, at so er. Eg skal heldur ikki siga meg frían. Hørð orð, myndir og tegningar, sum eg havi lagt út til tey, ið ikki hava kunnað gjøgnumskoða hetta, sum var við at henda fyri um leið hálvum árið síðani, og sum nú er hent. Samfelagið er farið í tvíningar, tey vaxaðu og tey ikki vaxaðu, tey við koronapassi og tey við ongum koronapassi.

Forfylging av minnilutum og øðrvísi hugsandi, hevur altíð verið. Nú er so komin ein bólkur afturat, og tað eru tey, ið ikki vilja taka ímóti “tilboðnum” um eina mRNA vaxu.

Tá ein samfelagsbólkur, ið eg eri partur av, og sum kanska ikki er meira enn 10 til 15 prosent av fólkinum, við góðkenning frá løgmanni og landsstýrðinum, verður so útskammaður og diskrimineraður, haldi eg, at fleiri átti at vakna og tala at.

Haldi tað er løgi, at so lítið hoyrist frá tí so frelsta skarðanum, sum í hinari ølduni gekk á odda og skipaði fyri kravgongum, átalaðu og mótmæltu øllum órættvísi og polittiskari forfylging í heiminum.

At vit eru ósamd og kunnu skifta orð um viðurskifti í okkara samfelag er í lagi, og ein treyt fyri at fólkaræðið virkar. Men at ein stórur partur av fólkinum skal krevja, at vit skulu koppseta okkum móti covid19, er at fara um mark, hjá tí einstaka.

”Tilboð um vax.”

Eg havi ikki tikið av tilboðnum um at vera koppsettur ímóti koronu enn, men eg ivist onga løtu í, at eg havi havt krúnukrím. Eg havi ikki testað meg, tí eg veit, at testúrslitini ikki eru eftirfarandi, men eg fekk øll sereyðkenni fyri hesa krímsjúku, og sum so var hetta onki ørvísi enn vanligar krímsjúkur, ið ganga á hvørjum ári.

Eg havi annars fingið allar vanligar koppsetingar, og eisini tær, ið kravdar vórðu, tá eg silgdi úti, og pluss eina einstaka móti vetrarkrími, fyri u.l. 15 árðum síðani. Tí meini eg, at tað ikki er rætt, at kalla meg antivaxara.

Hesi seinastu 10 árini, hava eg og konan búð í Danmark.

Fyri einum ári síðani valdu vit so at flyta heim aftur til Føroyar.

Vit hildu, at í hesum krígstíðum, var tað nokk tryggari at vera í Føroyum.

Her høvdu vit okkara vinir og kenningar, og eg var ongantíð í iva um, at hetta fór ikki bara at enda soleiðis, uttan víðari.

Eg eri nú ikki eina løtu í iva um, at hetta hevur onki við heilsuna ella heilsugóðsku hjá okkum borgarum at gera, men er ein væl gjógnumhugsað ætlan, ið er tilrættaløgd í fleiri ára tíggju til at fremja eitt alheims diktatur.

2 ár eru nú liðin, og enn snakka miðlarnir, KVF, landslæknin, farsóttarnevndin og løgmaður um smittutøl.

Ongantíð í heimssøguni hevur nøkur pandimi kravt so fá deyðsoffur.

Fyri at fáa hetta at líkjast ein pandimi, skuldu øll, sum vóru innløgd, skrásetast sum kovisjúklingar. Samanborið við aðrar krímsjúkur, ið ganga á hvørjum ári, er krúnukrím ongin hóttan móti mannaættini. Í Dannmark er miðallivialdurin um 80 ár. Miðalaldurin á deyðum við krúnukrími er 83 ár t.v.s. 2-3ár hægri enn vanligi miðallivialdurin, og eisini høvdu hesi aðrar sjúkur at dragast við.

Handfaringin av krúnukríminum, hevur verið vánalig. Tað var ongantíð talan um verðuligt press á sjúkrahúsið, einans ræðusøgur, høg smittutøl, og hvat annað tey kundu koma við, fyri at halda fjøldini í ræðsluni.

Sum sagt, fluttu vit heim, tí vit hildu tað vera tryggari at búgva her. Ásanni nú, at tað er tað ikki. Tey, ið eg helt vera míni vinir, vóru tað bert av einum eiti, somu fólk, ið eg til eina og hvørja tíð vildi kempa fyri, um hesi vóru fyri órætti, og tað óansað hvat eg annars meini um hesi.

Tó skal sigast, at nýggjar vinir, skal mann eisini vera takksamur fyri.

Einaferð fær hetta vónandi ein enda, og dagar koma, ið kanska gera lívið lættari hjá nógvum, enn tað er í dag. Eg havi tað lívsáskoðan, at óansa trúðarrætning, polittiskan lit, ella hvussu ójøvn vit annars eru, í sinn og skinn, so skulu vit øll vera her.

Á Leitinum tann 23. november 2021
Ragnar í Vík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo