Elska øll, lít á fá og skaða ongan
- William Shakespeare

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sprotin: Klokkan 10. minuttir í sjey, gekk spádómurin út. Tað rak í súpanarpottinum, kaldar øl stóðu á borðinum, gittarin var stemmaður, men bróstaviðurin var farin at sveitta, tí fólk stóðu sum seiður í nót inni í Beitinum.

Men miðvingar høvdu sína útvegir. Skjótt spákaði alt fylgið sær smáprátandi tvørtur um vegin og sessaðist í heitu og fjálgu kirkjuni, sum varð karmur um eina so sermerka og stórbæra bókaframløgu, at hon berst ikki saman við nakra aðra hjá Sprotanum.

Aðrir karmar - ljóst og vítt til veggja - og ein ljómburður sum gjørdi, at hvør tóni úr gittaranum hjá Ólavi darraði um all skipið. Tað var friðsælt og vakurt at standa sum ein verðsligur deknur og bera fram hugleiðingarnar um hesar mætu miðvingar í Miðvágs kirkju.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo