Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skúlablaðið: Skulu børn og ung duga betur at svimja og bjarga lívi, eiga tey at læra at svimja í sjónum. Tað sigur Tore Kristian Aune, granskari í ítrótti og rørsluvísindum við Nord universitetið í Noregi. Í bókini Utendørs svømme- og livredningsopplæring setur hann spurnartekn við, hvørt tað er rætt at læra at svimja í svimjihyli og lívbjarging innandura. Tá ið talan er um at svimja í sjónum og streymasjógvi, er tað tá nóg gott, at tú hevur lært hetta innandura?

Aune tekur í bókini fram fyrimunirnar við at læra og menna hesar førleikarnar og samanber við royndirnar at læra hetta uttandura. Hann sigur frá, at eldri gransking vísir, at tað ber ikki til at vænta, at tá ið tú hevur lært at svimja í innandura hyli, so er tað ikki nóg gott fyri at klára at svimja í sjógvi ella streymasjóvi. Mestsum allar druknivanlukkur henda úti og ikki í svimjihyli.

– Gransking vísir, at vitanin úr einum umhvørvi ikki av sjálvum kann flytast yvir á eitt annað umhvørvi, í hesum førinum frá svimjing innandura til svimjing uttandura, sigur Aune.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo