Mangan bankar gott hjarta undir slitnum búna
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Fyri seks árum síðani byrjaði fyrsti árgangurin av lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði á Fróðskaparsetur Føroya, ein av hesum næmingum var Jógvan Zachariasen úr Streymnesi.

Í fjør – fimm ár eftir lestrarbyrjan – tók Jógvan Zachariasen kandidatprógv í grannskoðan (cand.merc.aud) á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn (Copenhagen Business School).

Kandidatútbúgvingina tók Jógvan sum fjarlestur úr Føroyum, har hann hevði lestrarstarv á fíggjardeildini hjá Bakkafrosti á Glyvrum.

Í dag er hann í føstum starvi hjá Bakkafrosti, har hann millum annað ger uppfylging upp á fíggjarligu gongdina í ymsu pørtunum av virkseminum hjá føroyska alirisanum.

Jón Arge - mynd niðanfyri - taldist millum tey lesandi, sum byrjaðu at lesa búskaparfrøði á øðrum árganginum við upptøku í august 2017. Á Setrinum var Jón síðsta lestrarárið eisini hjáundirvísari hjá fyrsta árs lesandi. Fyrst í juni 2022 – sløk fimm ár seinni – stóð Jón við kandidatprógvi í hondini frá Universitetinum í Lund í Svøríki og ætlar sær nú at arbeiða við samfelagsbúskaparligum greiningum. Lund hevur fleiri ferðir heitt á Jón um at søkja um upptøku á teirra Ph.D. lestri, men hann ynskir fyrst at arbeiða næstu tíðina.

Á 3 ára bachelorútbúgvingini í búskaparfrøði & virkisfrøði á Setrinum finnast bæði virkisfrøðiligar lærugreinir sum roknskaparfrøði, virkisstýring, fíggjarstýring, strategi og vinnurætt, og eisini búskaparfrøðiligar lærugreinir sum mikro- og makrobúskaparfrøði umframt støddfrøði, hagtalsfrøði og økonometri. Harumframt eru vallærugreinir í eitt nú CSR, alivinnubúskapi og spælteori.

Sostatt kundu bæði Jógvan og Jón fylgja sínum hugi til hægri lestur við at taka kandidatprógv á rættiliga ymiskum útbúgvingum í Keypmannahavn og Lund.

Freistin at søkja inn á bachelorútbúgvingina á Setrinum við lestrarbyrjan í august 2022 er nú fríggjadagin tann 1. juli 2022. Nærri upplýsingar um útbúgvingina og upptøkutreytir eru tøkar á Setur.fo.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo