Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Spurningurin í omanfyristandandi yvirskrift er ofta at hoyra. Líka ofta er svarið ella útsøgnin “Øll skulu for ólukkan ikki verða professarar, well?!” at hoyra. Tað liggur líkasum í luftini, at tey, sum tíma at sita uppi yvir eini bók, sum onkur annar hevur sitið og skrivað, mugu sjálvi um, at tey ikki hava annað at taka sær til enn óneyðugt fjant og fjas. “Tað rakar ikki meg, hvat tú gerst, men kom ikki her og prædika, tí eg havi annað at gera!”, “Eg dugi ikki at síggja tað stóra í at lesa.” Ella “Tað sigur mær snøgt sagt einki!”

Tað keðiliga er bara, at tað er ikki líkamikið – fyri okkara samfelag og okkum sjálvi – hatta har við lesingini. Tað er so nógva staðni runt um í heiminum, at fólk ikki duga at lesa. Og vit skulu ikki so langt aftur í tíðina her hjá okkum, at einans fá fólk dugdu at lesa. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri okkum og okkara samfelag, um tað bara er eitt úrvalt lið, ið dugir at lesa? Royn og ímynda tær tað!

Eg fari í hesi tíðargreinini at lýsa nakrar fyrimunir, ið fylgja við lesingini, skrivar Lydia Didriksen, ið er fólkaskúlalærari og skúlabókavørður, hevur B.A. og M.A. í føroyskum, og seinastu árini hevur verið námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo