Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tá ið strongd bankar á dyrnar, ella tíðin rennur frá okkum, fáa vit ráðini, at vit mega læra at raðfesta gerandisdagin. Fleiri okkara hava verið á skeið, har vit fingu holla vegleiðing og vórðu lærd at skipa dagin, raðfesta og skarva av ætlanum.

Verður hugsað um lív teirra kristnu og etiska siðvenju, er halgabók ein góður vegvísari. Ymiskt er sum vit lesa, og ymiskt verður tikið fram frá einum til annan. Torført er at koma runt, tí bókin er stór og ein ótømandi vísdóms kelda. Heildarmyndin tykist greið, skilagóð og einføld.

Tann stóri loyndardómurin er tann vísdómur, at vit skulu raðfesta tilveruna í okkara egna nærumhvørvi. Vit skulu hava ein stóran sjónarring uttan at missa tað vanliga og smáa úr eygsjón ella undirmeta tað einfalda.

Millum manna og í almenna rúminum hava vit verið upptikin av stórum evnum, ið vit eru rættiliga ymisk á máli um.

Trý teirra eru:

• fátækt og tey fíggjarliga veiku í samfelagnum

• støða teirra eldru, – røkt, umsorgan og búpláss

• flóttafólk, – hjálp á fjarløgdum staði ella móttøka í tí heimliga.

Eitt kvøldi farið varð til songur lósu vit í halgubók um tíðina, tá ið Guðs útvalda fólk var í útlegd í Egyptalandi. Hetta var væl eftir tað, at Jósef og síðan brøður og faðir hansara lívbjargaðu sær í útlegd.

At vera í útisetu er ein sjálvvald avgerð. At vera í útlegd er tilvera, har fólk verða noydd úr sínum egna heimstaði t.d. vegna kríggj, harðskap ella hungur.

Vit minnast frá bíbliusøguni, at brøður Jósefs ætlaðu at gera av við beiggjan. Ráðagerð teirra miseydnaðist, og Jósef kom til Egyptalands. Sum frá leið gjørdist Jósef týðandi ráðharri, og var ráðgevi hjá tí politiska valdinum í landinum. Málsøkið hansara var at ansa eftir, at landinum ikki tørvaði tað neyðuga til lívsins uppihald og at hava vælferðina um hendi.

Ísraelsfólk fjølgaðust og nørdust í stórum tali í landi egypta. Egyptar mettu støðuna álvarsama. Vandi var á ferð, og egyptar settu ísraelsfólk til hart arbeiði. Teir píndu lívið av teimum við harðari trælavinnu, við leirgrevstri og tigulturking og alskyns jarðarstarvi.

Í eygum egypta øktist tali av fremmandum í landinum. Kongurin í landinum fór álvarsliga til verka til tess at avmarka fólkavøksturin millum tey fólkasløg, ið ikki vóru av egyptiskum uppruna og kundu roknast sum tilflytarar.

Ljósmøðurnar fingu boð frá kongi: “Tá ið tit hjálpa hebráiskum konum í barnferð, skulu tit hyggja gjølla at burðinum, tí at er tað sveinbarn, skulu tit drepa tað, men er tað gentubarn, skal tað verða á lívi!” (Onnur Mósebók 1,16).

So hendi tað, at hjún av Levi ætt fingu eitt dreingjabarn. Tað gleðiliga var ein avbjóðing, tí samsvarandi boðum kongsins varð dreinginum ikki lív lagað. Mamman, eins og møður flest, sá vakurleikan í andlitinum á nýfødda syni sínum. Av ótta fyri óndari atgerð krógvaði hon dreingin í tríggjar mánaðir.

Sum tíðin gekk, var loynidómurin alsamt truplari. Hon bant dreinginum eina kistu, bræddi hana við jarðlími og biki. Síðan var drongurin lagdur í kistuna, ið varð sett út í sevið við Níláarbakkan. Á henda hátt vónaði mamman, at onkur fór at finna sonin og taka sær væl av honum. Eitt sindur burturfrá stóð systirin og eygleiddi, hvussu tað mundi fara at gangast.

Um somu tíð fer dóttir Faraos saman við ternum sínum oman í Nílánna at tváa sær. Hon bar eyga við kistuna mitt úti í sevinum og sendi eina ternu eftir henni.

Tá ið dóttir Farao opnaði kistuna, sá hon eitt dreingjabarn, ið lá og græt. Henni tókti synd í tí og segði, at hetta mundi vera eitt av børnum Hebrea.

Tá er tað at systirin trínur nærri og sigur við dóttir Farao, at hon kann finna henni eina hebráiska bróstakonu, sum kann mata dreingin eina tíð. Á henda hátt kom drongurin aftur til mammuna.

Dóttir Fárao segði við bróstakonuna, ið hon ikki kendi: “Tak hetta barnið við tær og hav tað á brósti fyri meg; eg skal geva tær løn afturfyri.” Konan tók tá barnið og hevði tað á brósti.”” (Onnur Mósebók 2,9).

Tá ið drongurin var vaksin, kom mamman aftur við dreinginum og gav hann til dóttir Fárao, ið tók dreingin til sín í sonar stað. Hon nevndi hann Móses, tí sum hon segði: Eg havi drigið hann upp úr vatninum.

At raðfesta tær smáu løturnar er vælsignað. Tá ið vit hjástødd í tilveruni gagna lívinum, ið óttafult er goymt burtur millum sevini. Tað eru nógv góð fólk, ið við Guðs hjálp raðfesta lívið hjá øðrum. Amen.

Orðið: “Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Guði og faðirinum er hetta: at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at varða seg sjálvan óspiltan av heiminum.” ( Jákups almenna bræv 1,27).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo