Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er ein stórur munur á, hvat ið eg sjálvur sigi og geri og tí, ið Jesus sigur og ger. Munurin er eyðsýndur og sjónligur.

Jesus er fulltikin í reinleika, kærleika og góðsku. Eg eri als ikki lýtaleysur. Nakað av mær sjálvum hongur við, hóast frelstur í trúnni á Kristus og sáttargerð hansara. Trúbótin í 16. øld orðaði tað svá, at vit samstundis eru rættvís og syndarar.

Sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi búðu vit á Gjaranesi í 16 ár. Ein lítil bygd fyri Innan Glyvur. Vórðu væl móttikin og kendu okkum heima í bygdini frá fyrsta degi.

Úr stovuni sóu vit mangan skipini rætta kumpass. Tey sigldu aftur og fram og mólu runt á fjørðinum millum Lambareiði og Gjaranes. Kønir menn søgdu, at skipini rættaðu kumpass, áðrenn lagt varð frá landi til nýggjan túr.

Hugtakið kann eisini nýtast um sigling teirra trúgvandi um lívsins hav. Hjá teimum flestu er tað neyðugt, at trúarinnar kumpass verður rættað. Tað hendir, at kristnin setur sjálvstýraran til, og kósin ber brá av okkara egnu fatan.

Tá ið so er, kann mangt henda. Friðurin og gleðin rundan um okkum víkja sæti fyri ótta og stúran. Innan í okkum kann myndin av Jesusi verða útskift við eina mynd av okkara egnu fatan og hugsan. Vit koma burturfrá miðdeplinum í trúnni, ið er Jesus og verk hansara vára synda vegna.

Kristindómur, ið hevur Jesus sum miðdepil, elur sálarfrið og sinnisró. Jesus er friður teirra trúgvandi, hansara miskunn og náði. Tað eru óteljandi vitnisburðar millum manna um, at Jesus er í eini serstøðu. Jesus eigur nakað at geva, sum ikki er at finna nakra aðrastaðni millum heimsins mongu tilboð innan átrúnað, heimspeki og fatan.

Eyðvitað er útsøgnin subjektiv, tí hon er mín og okkara. Hetta er ikki vitan ella vitska, svá vit meta innan skúla og lærdóm. Talan er um okkara persónligu sannroyndir og vitnisburð. Okkara lív staðfestir, at so er. Jesus gav okkum eitt nýtt lív, og friðurin er skapandi og myndandi.

Tað lívið lærir okkum, eigur ikki at verða undirmett ella skúgvað til síðis. Orðið prógv er eitt ov sterkt orð. Tað er tó próvfast í mínum lívi, at Jesus hevur givið mær ein frið í sál og sinni, so eg eri betur førur fyri at binda frið og skapa frið.

At binda frið er ein góður og gagnligur eginleiki, ið Skriftin lærir okkum. Eftir at verða funnin av Jesusi og frígjørdur, tørvar mær als ikki at lasta nakran, hvørki trúgvandi ella ikki trúgvandi. Tað sigur mær als einki og tykist meiningsleyst, at menniskju – kristin sum ikki kristin – órógva lívið hvør hjá øðrum.

Hvat er endamálið við mínum orðum, tá ið eg geri tað til einkis, ið onnur halda hátt í hevd ella virðismeta? Eru mínar neiligu útsagnir um onnur og teirra trúgv ikki eitt tekin um mína egnu avmakt heldur enn veikleika teirra, ið eg beinleiðis ella óbeinleiðis ákæri.

Sum kristin er tað umráðandi at lata Jesus rætta trúarinnar kumpass. Vit eiga at vaksa í trúnni ella bera frukt, ið samsvarar við umvendingina. Halga vit Jesusi okkara lív og trúgv, fáa vit styrki til at vitna um Jesus, ið er vegurin, sannleikin og lívið.

Tað er ikki neyðugt hjá teimum trúgvandi at prædika ella tala í niðrandi vendingum ella neiligum orðum, ið minna um hatska talu. Skriftin mælir til, at vit trúgvandi halda okkum burtur frá óneyðugum stríði ella tvídrátti.

Orðið um Jesus tørvar ikki okkara málsligu áherðslu, tí orð hansara eru andi og kraft. Í Jesu navni verða vit salvað við Guðs anda og kraft, so prædikan ella vitnisburður okkara skapa tað, ið nevnt verður. Vit uppliva, at menniskju verða loyst frá darvandi levnað, tonkum og gerðum. Vit uppliva, at menniskju lýsa ta nýggju støðuna við jaligum orðunum, at tey eru gingin yvirum frá deyðanum til lívið.

Sum prædikumaður í yvir 40 ár verður ásannað, at tað hendi ov ofta, at málið og frelsarin Jesus blivu kám og fóru úr eygsjón. Tær løturnar fylti tað nógv, hvat onnur søgdu og gjørdu.

Mínar neiligu útsagnir um onnur fólk, teirra kristnu trúgv og kristna lív. Tær neiligu orðingarnar eru møguliga tað, ið fyllir mítt syndamál, so bikarið flýtur yvir.

Tað er alneyðugt hjá okkum, ið prædika Guðs orð, at vit ikki seta kristindómin í eitt ringt ljós við okkara útsagnum ella avrikum.

Heimurin og tey, ið ikki kenna Bíbliuna, lesa okkara lív sum eina opnað Bíbliu. Lív okkara er bæði ljóðband og sjónband, ið bera ein góðan ella vánaligan vitnisburð. Hvat borðreiða vit fyri okkara medmenniskjum av andaligari føði? Er tað Guðs orð ella okkara egnu tulkingar klæddar í ein gudiligan ham? Amen.

Orðið: “Minn á hetta, við tað at tú leggur teimum dýran við fyri ásjón Guðs ikki at liggja í orðadrátti, sum einki gagn er í, men er til oyðileggingar fyri tey, sum hoyra tað.” (Seinna Timoteusarbræv 2,14).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo