

Ymsir eru siðirnir.
Elsa Bærentsen, kona okkara gamla dýralækna, segði mær, at tað løgnasta sum hendi tá ið hon kom aftur til Føroya eftir heimsbardagan, var at fólk tóku í hondina tá ið tey heilsaðust.
Áðrenn kríggið heilsaðust fólk, men tey tóku ikki í hondina hjá hvørjum øðrum.
Hon hevði avbera ilt við at venja seg við henda nýggja sið.
Spell at hon er deyð, tí nú skulu vit taka av henda ósið.
Vit skulu venja okkum við at gera so sum vit gjørdu fyrr, tá ið til bar at heilsast uttan at taka í hondina á hvørjum øðrum.
Sig so at krúnukrímið ikki ger nakað gott!
Tað fær okkum jú til at taka upp fornar siðir.
Zakarias Wang
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo