Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vitjaðu Sólorku í Albir í Spania í tvær vikur. Ein frágera góð ferð, væl fyriskipað og gott ferðalag. At njóta tilveruna nakrar dagar og fáa orku til tær avbjóðingar, sum vit hvør í sínum lagi hava dagliga. At halda frí og uppliva nakað annað. At koma heimaftur og síggja, hvussu gott vit hava tað.

Sólin stóð høgt á himli alla ta seinnu vikuna. Tað var heitt og vakurt, og møguleikin at sóla sær var góður. Valdi viðhvørt at dvølja í skugganum av teimum stóru pálmunum og grunda yvir sannleikan í skriftini. Gott at søkja sær skjól í skýli hins hægsta og sita í lívd í skugga hansara.

Grundaði yvir eina samrøðu við ein trúgvandi mann. Hóast vit vóru burturfrá, var arbeiðið og kallið onkustaðni í hjartanum og í sinninum. Trúgvin er okkara samleiki og flytur við uttan mun til, hvar vit eru.

Gaman og álvari, skemt og stuttleiki í sama persóni samstundis, hóast hvørt til sína tíð. 

Í skugganum av teimum stóru pálmunum varð høvið til djúpar løtur í kvirru og hugsan. Í skugganum spældi huglagið við orðini, at tað er hvør sítt at sita í skugganum og at varpa skuggar á onnur.

“Biskupur, vit kristnu varpa skuggar á tey, ið eins og vit hava tørv á orðinum um Jesus. Vit seta okkum ímillum Guð og medmenniskju. Vit gera teimum vegin til Guð torføran. Ístaðin eiga vit at vera teirra millum í samveru, bøn og andakt, teirra, ið vit meta vilst burtur av leið.”

Kendi orðini søgd til mín. Tey vóru so beinrakin, at enn ikki sólin í suðurlondum tók tey úr huganum. Í skugganum av teimum stóru pálmunum mól máliskan, at vit kunnu skugga fyri øðrum, so tey ikki síggja Jesus sum frelsara.

Var hetta sannleikin um tænastu mína, at eg sum embætismaður í medferð og prædikum stóð sum ein forðing ímillum eitt menniskja og Jesus? At menniskju vrakaðu Jesus, tí teimum ikki hóvaði arbeiðslagið, tí umboðið vildi vaksa, heldur enn at lata Jesus vaksa millum fólkið.

Ikki minst tey seinastu árini við stórari ábyrgd og myndugleika í Fólkakirkjuni hava givið nætur við kvøl og hugsan. Ikki tí, tað eru nógvar lættar løtur, har alt gongur til vildar. Aðrar løtur eru, har alt, ið verður sagt, verður tikið við stálhandskum bæði av einum sjálvum og øðrum.

Vit, ið hava ábyrgd og prædika, – fólkið hevur rætt at krevja nakað av okkum. Tað, ið vit gera og siga, skal vera í lagi. Ikki minst, tá ið vit meta um onnur, teirra trúgv og dygdir.

Í skugganum av stórum pálmum elti mín egni skuggi. Skuggin kann gerast hin stórsti fíggindin og tann harðasti dómarin. Tit, ið døma onnur, hava eina ivasama fortíð og eina misvísandi nútíð. Var tað svá, orðini fullu? Ella vórðu orðini tulkað og tikin úr sínum samanhangi?

Samtalan minti á, at vit, ið prædika gleðiboðskapin um Jesus, eiga at vera góð við øll menniskju. Síðan var ein langur listi nevndur, har vit settu fólk í bólkar eftir teirra lívslagnu. Júst hesi fólkini høvdu tørv á einum góðum frígerandi orði um Jesus, ið reisir kvinnur og menn á føtur og staðfestir teirra mannvirði.

Í skugganum av teimum stóru pálmunum í Albir ljóðaði hesin listin sum bergmál í høvdinum. Tað var eins og á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, har tey nýggjastu tíðindini áhaldandi verða borin tøkniliga og renna eftir skíggjanum. Tað er ómøguligt ikki at varnast tað sagda.

“Ístaðin fyri at hava eina meining um okkum og tey, ið

•    føða børn uttan fyri hjúnalag
•    skiljast eftir samlív ella giftu
•    finna sær nýggjan maka
•    greina samleikan sum hinskynd
•    greina samleikan sum samkynd
•    hava ilt í tilveruni
•    hava ilt í sálini
•    bera seg óreiðiliga at
•    gera mistøk á lívsleiðini.

Ístaðin fyri at hava eina meining um alt og øll, var tað gagnligari, at tit, ið  prædika, vóru teirra millum og sýndu Kristi sinnalag í samveru, bøn og forbøn.”

Tað var torført at koma út aftur í sólina og síggja ljósið. Eftir at hava sitið og grundað í skugganum av stórum pálmum og skugganum av lívsins Guði, var tað ein avbjóðing at møta lívinum, sum tað er. Tað er júst lívinum, svá tað er, ið vit skulu gagna. Ikki lívinum, svá vit ynskja tað, men lívinum svá tað er í sínum fjølbroytni.

Eftir at hava prædikað í skipaðari tænastu í yvir tríati ár, hevur tørvurin á Guðs náði ongantíð verið mær størri. Biði ikki einans um fyrigeving. Biði mikið meira um ta Guðs náði, ikki at varpa skuggar á onnur ella standa í vegin fyri teirra møguleika at síggja Jesus. Amen.

Orðið: “Tí at ein er Guð, ein er eisini millumgongumaðurin millum Guðs og manna, maðurin Kristus Jesus, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll.” (Fyrra Timoteusarbrævið 2,5-6).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo