Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At vera anti-kapitalistur er tað mest smáborgaraliga, ið er!

Eg eri alt fyri at, um ikki fullkomiliga endurskipa, so ógvusliga skaka kapitalismuna, soleiðis sum hon tekur seg út í dag; har vit troka hana burtur til fyrimuns fyri nøkrum betri.

... men við onkrum uppaftur meiri globalum, og uppaftur meiri produktivum, so at menniskjans fótaspor á hesa brúkiligu planet gerast so týðilig, at forkelaðir 'killjoys' sum Ingilín Strøm pota pappírsposan í brokkoliið - og ikki øvut.

Til hesar sjálvútnevndu sosialistar kann eg upplýsa, at kapitalistiski klassin var fyrstur í søguni at vísa, hvat mannavirksemi kann hava við sær. Nakað, Marx og Engels, hansara hjálpari, gleðiliga vístu á til eitthvørt høvi.

Hevði Marx livað í dag, hevði hann so miriliga heitt á dagsins elendigheitsprofeterandi anti-forbrúkarar um at, ja, 'get a grip'.

Marx elskaði forbrúkssamfelagið. Ikki nokk við tí, hann lýsti tað sum ein "siviliserað løta í sjálvari kapitalismuni".

Tað er ikki sørt eftirtektarvert, at tað, sum ein skeggjutur sosialistur nevndi "siviliserað" fyri hálvtannaðhundrað árum síðani, nú verður kveistrað burtur av sjálvfeitum anti-kapitalistum sum nakað vandamikið og korrumperandi, nakað guddómliga syndugt faktiskt, bæði fyri mannaætt og sonevnda náttúru.

Tað ber sjálvandi til at nullstilla alt samfelagið, alt ríkidømi, at láta sum um, at ongir miljóningar eru... fyri síðani at geva hvørjum íbúgva tíggju miljónir hvør.

Hvat so hevði hent? Well, nøkur høvdu investerað, onnur høvdu byrjað sítt egna virki, meðan uppaftur onnur høvdu søplað alt burtur.

Og endaúrslitið hevði verið á leið tað, vit hava nú - somu "gjógv" ella ójavna millum rík og say-so fátøk sum nú.

Men hvør hevur skyldina, um skyld nú partú skal plaserast - hasi, ið gjørdu íløgur, ella hasi, ið skvatlaðu pengarnar burtur?

Altso, til tey, ið ikki kenna sín Marx, og altíð kæra sína neyð heldur enn at stríðast ímóti henni - hetta:

Rætt, Marx hevði sum mið at filla kapitalismuna, men av tí grund, at hann helt, at hon ikki var nóg víðgongd í royndini at umskapa heimin í menniskjans ímynd; og tí, at hann helt, at hon ikki var nóg avgjørd í strembanini eftir at skipa samfelagið sambært manguli og njótilsi.

Nútímans sosialistar, ein trúliga ússalig undanførsla fyri tí, tey geva seg út fyri at vera, halda, at kapitalisman er farin ov langt, tá um ræður framleiðslu og áeggjan til forbrúk.

Vrøvl.

Eg eri við Marx her: jú, gamaní, lat okkum geva kapitalismuni durafjórðingin, men heldur enn at finna inspiratión í miðøldini og býtisbúskapi, haldi eg, at vit eiga at seta nakað væl meiri blindandi braneggjað og manna-sentrerandi ístaðin.

Ikki tí, um 'needs be', um tað er tað, ið skal til!, tá lat okkum endiliga taka okkum av ludditunum og lokavorunum fyrst, av frøkun Strøm og hennara økofeudalistisku afturhaldskroppum, sum geva anti-kapitalismu eitt svart navn.

Agga Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo