Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

“Ikki bert eitt flóttafólk!” er heitið á átakinum, sum ung í Amnesty skipa fyri hesa vikuna. Hetta er ein altjóða vika fyri rættindum hjá flóttafólki. Amnesty aktivistar kring allan heim nýta hesa viku til at varpa ljós á menniskjuni handa tølini. Í Føroyum og kring allan heim verða myndir og filmar lagdir út, har vit síggja eitt andlit og eina persónliga søgu. Tí aftanfyri hvørt tal er ein søga, ein sterk lagna, ein familja, ein mamma, ein omma, ein pápi, ein sonur, ein abbi og ein dóttir.

Vit fortelja m.a. søguna um 29 ára gamla Emad, sum er sýriskur-kurdiskur lækni. Hann er flýddur úr Sýria fyri at sleppan undan at verða innkallaður at taka lut í bardøgunum. Hann ferðaðist saman við mammu síni úr Sýria til Grikkalands og búleikaðist í fýra mánaðir í Idomeni-leguni, áðrenn hann varð fluttur í Sinatex-leguna. Hann kennir seg innibyrgdan. Eg vil sleppa úr Grikkalandi. Eg vil sleppa til brøður mínar, sum eg sakni so sáran. Eg sakni okkara tryggu dagar í Sýria.

Hvønn dag næstu 7 dagarnar leggja vit eina mynd út á Facebook og Instagram.

Finn okkum á facebook: https://www.facebook.com/AmnestyInternationalForoyaDeild/?fref=ts og

Instagram: https://www.instagram.com/amnestyfaroeislands/

ST ráðstevna um flóttafólk tan 19. september
Hetta átakið verður gjørt í samband við ST ráðstevnuna um flóttafólk, sum verður tann tann 19. september. Heimsins leiðarar koma saman at umrøða flóttafólkakreppuna, og Amnesty vil minna heimsins leiðarar á, at tað ikki er nøktandi at at senda pengar, men at londini eisini mugu hjálpa við at taka hóskandi ábyrgd og tryggja leiðirnar, soleiðis at flóttafólk kunnu flýggja frá kríggi umvegis lógligar og tryggjar leiðir. Europa má býta ábyrgdina at veita flóttafólki skjól sínámillum, tí fólk í túsundatali liva í ómenniskjansligum korum.

4 av 5 siga vælkomin
Kring allan heimin hyggja fólk at, meðan flóttafólkakreppan alsamt versnar. Kanning, sum Amnesty hevur latið gjørt vísir, at hóast londini siga seg ikki kunna hýsa fleiri flóttafólkum, so eru nógvir íbúgvar í londunum ósamdir. Munurin er serliga týðiligur í Bretlandi og Australia. Myndugleikarnir í hesum londum eru als ikki á bylgjulongd við tey heili 87 % av bretum og 85 % av australiarum, sum fyrr í ár søgdu seg vera fús at taka ímóti fleiri flóttafólkum. Av teimum 27.000 fólkunum úr fleiri enn 27  londum, sum vórðu spurd, um tey høvdu boðið flóttafólkum vælkonum, svaraðu heili 4 av 5 fólkum “Ja”!

Deildin hjá Amnesty í Íslandi hevur eisini latið líknandi kanning gera, har íslendingar verða spurdir, og har eru tølini enn meira jalig.

LES MEIRA UM ALTJÓÐA ÁTAKIÐ OG KANNINGINA Á: https://www.amnesty.org/en/get-involved/i-welcome/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo