Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit í Fakfelagssamstarvinum vilja koma við eini fráboðan um, at vit kenna okkum ikki aftur í útsøgnini hjá Jan Mortensen í D&V 2.nov um, at vit í Fakfelagssamstarvinum vóru boðin við á ein fund um, har ”loysnir ella ein yvirskipað avtala var okkum í boði, og fakfeløgini takkaðu nei”. Hetta er beinleiðis í andsøgn við veruleikan.

Við støði í tí formliga samskiftinum partanna millum, so var tað Fakfelagssamstarvið, tann 26. nov. 2018, ið heitti á løgmann, landstýriskvinnuna í fíggjarmálum og landsstýrismann í samferðslumálum um at fáa ein fund í lag. Á fundinum ynsktu feløgini at umrøða:

At almennu myndugleikarnir hava hug at slaka í mun til at halda setanarpolitikk landsins og fara lætt um sáttmálar og avtalur.”

Fakfelagssamstarvið ynskir at umrøða ætlanirnar hjá sitandi samgongu um at avmarkað ella avtaka verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. Hetta samstundis, sum at hugur ella stundir ikki hava verið til at virða gjørdar avtalur. Fakfelagssamstarvið ynskir at fáa greiði á hvat fíggjarmálaráðið ætlar at gera við tær avtalur sum eru gjørdar í semjuni millum fíggjarmálaráðið og fakfeløgini, so sum felags átøk v.m.

Sostatt var tað ikki fíggjarmálarráðið, ið setti dagsskránna og kom við nøkrum loysnum, men ístaðin var tað Fakfelagssamstarvið.

So tað sum Jan Mortensen førir fram um, at løgmaður kallaði Fakfelagssamstarvið inn til ein fund, er ikki í tráð við veruleikan. At verkfalsrætturin og verkbann vóru umrøtt, er rætt, tó uttan nakað ítøkiligt boð frá fíggjarmálaráðnum uppá eina loysn ella avtalu um hvat skuldi gerast fyri at sleppast skuldi undan framtíðar verkføllum ella verkbannum. Har var ikki lagt upp til víðari kjak ella viðgerð.

Fakfelagssamstarvið kann bert átala, at fíggjarmálaráðið roynir at reingja veruleikan og snúgva sær undan at taka ábyrgd fyri íkomnu støðuni á almenna arbeiðsmarknaðinum, við at seta fakfeløg í bás sum sjálvsøkin og við grammleika krevja eina lønarhækkan, óansæð um lív og heilsa er í vanda. Hetta sigur okkum fakfeløgum meira um teirra egna hugburð. Tað harmar okkum almikið, at limir okkara, ið veruliga brenna fyri sínum yrki, ikki verða virdir meiri av landsins myndugleikum.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo