Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyar var fyrsta landið úr pottinum, tá trekkjast skuldi lut um, hvussu bólkarnir í Deild C í UEFA Nations League skuldu skipast - Mynd: UEFA.com

FSF: Nú er greitt, nær heimadystirnir hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í UEFA Nations League 2022/2023 verða á skránni, og fyrstu atgongumerkini eru longu sett til sølu.

Landsliðspakkin, ið gevur atgongd til allar tríggjar heimadystirnar, fæst til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Og talan er uttan iva um eina góða jólagávu til landsliðsfjepparan.

Kostnaður
Kategori 1: 600 kr. (bólkur 103-106)
Kategori 2: 450 kr. (bólkur 101-102,107-108)
Kategori 3: 300 kr. (bólkur 109-110, 112-113)
Skansin: 300 kr. (bólkur 111)

Dystaskráin
Leygardagin 4. juni Turkaland – Føroyar
Týsdagin 7. juni Føroyar – Luksemborg
Leygardagin 11. juni Føroyar – Litava
Týsdagin 14. juni Luksemborg – Føroyar
Hósdagin 22. sept. Litava – Føroyar
Sunnudagin 25. sept. Føroyar – Turkaland

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo