Alt valdast: Ein maður í sólbrillum kom inn í ein handil. "Sum her er myrkt" var tað fyrsta, hann segði
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Amerikanska Senatið samtykti í gjár við teprum meiriluta, at ríkisrættarmálið móti Donald Trump skal halda fram.

Men næstan allir teir republikansku senatorarnir atkvøddu fyri at steðga ríkisrættarmálinumn, áðrenn tað nakrantíð er byrjað, og harvið signalera teir greitt, at ógjørligt verður at savna ein meiriluta fyri at døma Donald Trump.

Tað var republikanski senatorurin Rand Paul, sum royndi at steðga ríkisrættarmálinum við uppskoti um, at málið er í stríð við stýrisskipanina. Grundgeving hansara er, at Donald Trump er ikki forseti, men ein vanligur borgari, og tí kann eitt ríkisrættarmál ikki reisast móti honum.

Uppskot hansara fall við 55 atkvøðum ímóti. Meirilutin var allir demokratisku senatorarnir pluss fimm republikanskir.

Og tað merkir at 45 republikanskir senatorar atkvøddu fyri uppskotinum hjá Rand Paul.

Sostatt verður tað seinni sera trupult at fáa ein meiriluta á tveir triðingar í Senatinum, sum skal til fyri at Donald Trump verður funnin sekur. Til tað krevst, at minst 17 republikanskir senatorar atkvøða saman við demokratunum, skrivar danska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo